Tað verður 44 ára gamli Jógvan Hendrik Samuelsen ella Hegga, sum hann vanliga verður nevndur, ið fer at hava ábyrgdina, nú ÍF fer undir at endurreisa besta liðið eftir niðurflytingina í heyst.
ÍF boðar frá, at sáttmálin millum ÍF og Hegga Samuelsen er ganldandi fyri tvey tey næstu árini.
Hegga hevur undanfarnu árini verið venjari í 07 Vestur, har hann var venjari 2014-2016. Haraftrat hevur Hegga eisini verið nógv uppií í ungdómsarbeiðnum, sum veruliga hevur havt vind í seglunum seinastu árini.
Hegga Samuelsen er hjálparvenjari hjá Eli Hentze, sum hevur høvuðsábyrgdina av U-21 landsliðnum.
Samstundis sum ÍF boðar frá, at Hegga Samuelsen er nýggjur venjari, verður boðað frá, at felagið hevur skrivað undir nýggjar sáttmálar við fýra spælarar. Talan er um veteranarnar Fritleif í Lambanum, Bogi Reinert Petersen, sum var liðformaður síðsta kappingarár, Dánjal á Lakjuni, sum var toppskjútti síðsta kappingarár, og við Poul Nolsøe Mikkelsen, sum orsaka av skaða ikki spældi nakað serligt í farna kappingarári.
Sáttmálarnir við Boga, Dánjal og Poul Nolsøe eru galdandi fyri tvey tey næstu árini, og sáttmálin við Fritleif er galdandi í 2018.
ÍF hevur í tíggju ár á rað verið í bestu deildini. Nú er málið at flyta uppaftur í bestu deildina og samstundis at menna ungdómsdeildina. ÍF lýsir í tí sambandi eftir høvuðsungdómsvenjara, sum skal hava ábyrgdina av nógvu børnunum í aldrinum seks til sekstan ár.