Heglingur breyt bilrútar

Í Týsklandi fingu umleið 350 bilar skaða av ovurstórum heglingi fyrrakvøldið. Á summum bilum brotnaði framrúturin, meðan aðrir fingu buglur á motorhjálmin ella takið.

Teir 350 bilarnir stóðu við eina ferjulegu í býnum Schaprode.

Sambært tíðindastovuni AFP vóru heglingarnir líka stórir sum golfbóltar, og tað vóru ikki bara bilarnir, sum fingu skaða. Fleiri takvindeygu og vakstrarhús fingu eisini skaða.

Illveðrið herjaði allan landnyrðingspartin av Týsklandi og ein part av Póllandi.