Ein hátrýstsryggur fer í morgun fram við Føroyum. Eitt lágtrýst er á veg úr Grønlandsfjørðinum í ein landnyrðing og tilhoyrandi brúgvaløg við regni fara fram við Føroyum í kvøld, áðrenn ein kaldari streymur við ælaveðri fylgir av vestri. Um vikuskiftið fer lágtrýstið spakuliga víðari í ein landnyrðing móti Norðhavinum og køld luft við vetrarælum streymar inn yvir landið av útnyrðingi. Í næstu viku fer eitt sera djúpt lágtrýst frá Kappanum og í ein eystan og leggur seg sunnan fyri Ísland. Tilhoyrandi brúgvaløg við regni fara fram við Føroyum mánadagin, áðrenn lýggjari luft við ælaveðri kemur inn yvir okkum av útsynningi.
Í dag
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, seinnapartin upp í hvassa vind í støðum, 15 m/s. Turt og sólglottar, men seinnapartin skyggjað og í kvøld fer at regna. Hitin millum 6 og 9 stig. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum frá líður klárar í og ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum í nátt makar í gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Alt samdøgrið samdrigið og nógv æl, sum frá líður møguliga heglingur og hitin millum 3 og 8 stig.
Leygardagin
Vindur av vestri, eitt skifti lot til andøvsgul, 3 til 7 m/s, út á seinnapartin og kvøldið hækkar hann í ein útnyrðing og øtlar upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s. Alt samdøgrið samdrigið og ælaveður, sum frá líður vátaslettingur ella kavi og hitin niður í 1 stig.
Sunnudagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av norðri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin makar niður í fleyr til gul av vestri, undir 6 m/s. Samdrigið og okkurt æl, lutvíst vátaslettingur ella kavi og hitin millum 1 og 5 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s. Um náttina turt og stundum klárt og hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig. Sum frá líður verður skýggjað og hitin hækkar upp í 8 stig.
Mánadagin
Hann øtlar vindin í strúk í vindi upp í skrið av suðri, 12 til 18 m/s, skýggjað og regn. Hitin millum 6 og 10 stig. Seinnapartin snarar hann vindin í útsynning og makar vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, seinni í støðum upp í strúk í vindi, 12 m/s. Tað klárar í og stundum ælaveður. Hitin niður í 3 stig.
Týsdagin
Hann lækkar vindin í ein sunnan og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, seinni hækkar hann í ein eystan og makar í lot til andøvsgul, 2 til 6 m/s, um náttina yvirhøvur eitt lot av ymsum ættum. Alt samdøgrið yvirhøvur skýggjað og ælaveður, men eisini sólglottar. Hitin millum 3 og 8 stig, um náttina niður í frostmarkið í støðum.