Heglingur á Tórsvølli

Klumma: Spurningur er, hvussu teir hjólbeintu føroyingarnir klára at fóta sær ímóti teimum brúnu og barberaðu beinunum úr Rómarríki.

Í gjárkvøldið lendu teir – italumenninir. Heimsmeistararnir. Teir bestu í allari verðini. Og eisini teir bestu í Europa við AC Milan. Gud viti, hvat teir hugsa, nú teir skulu til Føroya at dystast ímóti einum liði við bleikum og hjólbeintum føroyingum.

Italiumenn hava sett krøv um hárturkarar, so teir kunnu líkjast sær sjálvum – eisini í Føroyum. Restina hava teir við sjálvir – barberskúm til andlit og bein, hárgelé, krem og feitt, og kanska eitt sindur av putri at koyra á nøsina.

Og teir kunnu sanniliga flotta sær. Tað stendur svart á hvítum, at teir eru heimsmeistarar og ovast á styrkislistanum hjá FIFA. Teir duga sanniliga at spæla fótbólt og vinna meira enn onnur. Tað er ikki neyðugt við mutri og avtalaðum spæli, teir kunnu tað heila á vøllinum.

Og nú standa teir her – á føroyskum lendi – og skulu manna seg upp til at fleingja nakrar óargaungar úr Gøtu, Klaksvík, Havn, Vági og av Tvøroyri. Fyri nógvum árum síðani vóru teir helst felags um at spæla á gøtum og stætrum – summir í Milano og Napoli, aðrir í Havn og Klaksvík. Nú tjena summir teirra milliónir og milliónir av krónum og kunnu reypa sær av stórum sigrum, meðan aðrir spæla til stuttleika og tora at bjóða teimum stóru av.

Spurningur er bara, hvussu teir hjólbeintu føroyingarnir klára at fóta sær ímóti teimum brúnu og barberaðu beinunum úr Rómarríki. Gladiatorar ímóti seyðamonnum.

Kanska kundi eitt grovt heglingsæl og eitt sindur av hvøssum vindi av norði hjálpt føroyska liðnum í morgin – bara spell, at vit skriva juni, og størri møguleiki er fyri góðum veðri á Tórsvølli.