Heiðrað fyri langa og trúgva tænastu

Sjey arbeiðsfólk á Fiskavirking í Saltangará fingu síðsta fríggjadag diplom, blómur og gávur fyri at hava verið í starvi á virkinum í samfull 25 og 30 ár.

Fiskivinna

Tað eru ikki øll, sum halda tað vera keðiligt at arbeiða í fiskivinnuni. Í hvussu er eiga vit nógv fólk á flakavirkjunum kring landið, sum hava starvast leingi innan hesa vinnugrein. Tíverri hoyrist ikki nógv um hesi, og heldur ikki hevur so nógv verið gjørt burtur úr, tá ið tey hava havt starvsdagar, ið áttu at verið ?markeraðir?.
Men Føroya Fiskavirking hevur nú tikið táttin uppaftur at heiða fólk, sum hava verið leingi í starvi hjá felagnum ? eisini fyri tíðina, tey arbeiddu á virkinum undir gomlu eigarunum, ið vanliga vóru bygdafólkið og eitt nú arbeiðarafeløgini.
Undir stóru samfelagskreppuni fyrst í nítiárunum hendi tað, at Føroya Fiskavirking varð stovnað og komu flestu flakavirki tá undir ?hattin? hjá hesum stóra felag, ið má sigast at hava megnað sína uppgávu rættiliga væl.
Flestu virkir, sum felagið eigur kring landið, vóru gomul og rættiliga slitin, tá ið felagið tók um endan, men við tíðini hevur eydnast Føroya Fiskavirking at nútímansgera hesi virkir, so fleiri teirra í dag standa mát við tey nýggju fiskavirkini í eitt nú Íslandi.


Heiðraðu 7 fólk

Nógv fólk, sum starvast í flakavirkisvinnuni í dag, hava verið í hesi vinnu í 25-30 ár, og tað er long tíð. Hesi fólk saman við øðrum eru virðismikil fyri arbeiðsplássini. Tey hava allar tær royndir á sínum øki, sum hugsast kunnu og hava verið við í allari teirri menning, sum farin er fram innan framleiðsluvinnuna ? ikki minst hesi seinastu 10 árini.
Føroya Fiskavirking hevur seinastu árini heiðrað fleiri arbeiðsfólk, sum hava verið í starvið á virkjunum, sum felagið nú eigur.
Seinasta fríggjadag var so túrurin komin til virkið í Saltangará, har sjey fólk hava verið í starvi í ávikavist 25 og 30 ár.
Sosialurin var við, tá ið stjórin í Føroya Fiskavirking, Meinhard Jacobsen og virkisleiðarin, Jason Johannesen, handaðu hesum sjey fólkum diplom, blómur og gávur.
Tey, sum vórðu heiðrað fyri 25 ára tænastu, vóru Lina Højgaard, Svanhild Hansen, Ingemar Olsen og Meinhard Lamhauge.
Trý fólk hava starvast á virkinum í samfull 30 ár; tey eru Julius Steingrund, John Nielsen og Viggo Hansen.
Á samkomu í matarhøllini á Fiskavirking í Saltangará fríggjadagin takkaði Meinhard Jacobsen hesum fólkum fyri langa og trúgva tænastu.
Umframt diplom og blómur, fingu konufólkini hálsband, armband og oyraringar. Menninir fingu eisini diplom og blómur og fáa eisini eina klokku í part, sum enn ikki er liðug; klokkan verður handað eftir summarfrítíðina.