Heiðraðir fyri trúgva tænastu

Tveir skipafelagsmenn í Suðuroy vitstu av ongum, tá ið menn brádliga komu á dyr við blómum og gávum

Trúgv tænasta

Tá ið Tórheðin Jensen á Skipafelangum í Havn, seinnapartin týsdagin kom fullfermdur inn á avgreiðsluna á Tvøroyri, var hann ikki ørindaleysur.
Ørindini vóru at hitta tveir av monnunum, sum arbeiða í avgreiðsluni á Tvøroyri.
Hann vildi takka teimum fyri trúgva tænastu hjá Skipafelagnum og við sær hevði hann blómur og gávur til hesar báðar menninar.
Teir báðir, Zacharias Bech og Delmar Joensen, vitstu av ongum og teir vórðu tiknir heilt á bóli, tá ið maðurin av høvuðsskrisvtovuni rópti teir inn á skrivstovuna.
Í ár eru tað 30 ár síðani, at teir báðir komu í starv hjá Skipafelagnum. Síðani hava teir hingið í og tað vildi Skipafelagið geva teimum eina lítla viðurkenning fyri.
Tórheðin Jensen takkaði teimum fyri arbeiðið øll hesi árini og handaði teimum blómutyssi, hvør sína bók og okkurt gott at hugna sær á jólum við: Eina fløsku av reyðvíni og ein kekk uppá 5.000 krónur í part.
Jólaaftan eru 30 ár síðani avgreiðsluleiðarin hjá Skipafelagnum í Suðuroy, Zacharias Bech, kom í starv hjá Skipafelagnum .
? Tað eru nógv, sum hava undrast á, hvussu ein kann byrja eitt nýtt starv sjálva jólaaftan, men tað hevur sína søgu, greiðir Zacharias frá.
Á sinni var hann stýrimaður við Sofíu Lassen, sum var farmaskip úr Klaksvík, har hann eisini var skipari viðhvørt.
Men jólaaftan í 1972, yvirtók Skipafelagið bátin, tá vóru teir staddir í Imperia í Italia. Øll manningin fekk í boðið at fylgja við yvir á Skipafelagið og allir tóku av, minnist Zacharias Bech.
Skipafelagið man hava havt eitt serligt álit á honum, tí so hvørt, felagið fekk nýggj skip, varð Zacharias Bech biðin um at fara umborð á tey.
Sofía Lassen fekk navnið Svanur og honum var hann við, til Skipafelagið heitti á hann um at verða skipari á Ravni. Í 1978 stóð nýggi Lómur í gerð og har bleiv hann stýrimaður og onkuntíð eisini, skipari.
Og tá ið so Blikur varð bygdur í 1979, bleiv hann skipari har og tað starvið røkti hann til í 1987, tá ið hann fór í land og bleiv avgreiðsluleiðari hjá Skipafelagnum á Tvøroyri. Og har hevur hann verið síðani.
Delmar Joensen hevur verið á goymsluni hjá Skipafelagnum í 30 ár og teir eru báðir rørandi samdir um, at hetta hevur verið eitt sera gott arbeiðspláss.
? Vit minnast ikki, at ein einasta mánaðarløn er komin ov seint, øll hesi 30 árini, siga teir báðir.
Í løtuni arbeiða eini 250 fólk í Skipafelagnum, tá ið deildir í Føroyum, Danmark og skipsmanningar verða taldar við.