TÍÐINDASKRIV
Nú leygarkvøldið 28. august kl. 20 verður ein almenn kvøldseta, har tónaskaldið og kórleiðarin verður lýstur á ein lættan hátt. M.a. fara næstrafólk hjá Højgaard og fólk, ið hava sungið hjá honum, at greiða frá og nógvur felagssangur verður eisini á skránni. Lítið man vera at ivast í, at við nógvum kórsangarum í høllini verður trivið í onkran fleirræddaðan kórsang.
Hans J. Højgaard var lærari í heimbygdini frá 1929 til 1953 og hesi árini var ein stórur partur av fólkinum í bygdini við í barna-, gentu- og vaksnamannakóri hjá honum, har hann slapp at royna nógv av teimum nýggju løgunum hann hevði gjørt. Í 1953 fór Højgaard til Havnar at vera lærari, men hann hevði øll árini til hann andaðist í 1992 nógv samband við heimbygdina og tók upp LP-plátur við Toftakórunum.
Ymisk onnur tiltøk eru á Toftum í sambandi við 100 ára haldið. Næstseinasta sunnudag høvdu Kórið í Fríðrikskirkjuni og Havnarkórið heiðurskonsert. Leygarkvøldið 4. september kl. 20 fer Ólavur Hátún at halda fyrilestur um tónaskaldið av Toftum í kjallaranum í Fríðrikskirkjuni og sama dag letur ein framsýning upp um tónaskaldið, kórleiðaran og læraran Hans Jacob Højgaard.
Sjálvan 100 ára dagin 11. september verður sangløta í Fríðrikskirkjuni kl. 18, har Kirkjukórið, eitt veterankór og eitt barnakór við Mikael Johan Heinesen sum leiðara fara at syngja. Sama dag kemur ein fløga út við løgum hjá Hans Jacob Højgaard. Blandað kór, barnakór og gentukór av Toftum syngja og tónaskaldið sjálvt stjónar fleiri av sangunum á fløguni. Flestu av upptøkunum hava ikki verið givnar út áður.