Í farnu viku heiðraði Runavíkar kommuna Dianu L. Nielsen og Bjørg Rasmussen, nú tær í meiri enn eina fjórðings øld hava starvast í dagrøktini í Runavíkar kommunu.
Hósdagin møttu dagrøktarmammurnar í Doktarahúsunum, har dagrøktin heldur til, saman við trivnaðarleiðaranum, borgarstjóranum og kommunuskrivaranum í Runavíkar kommunu. Teir báðir fyrru heilsaðu teimum báðum Dianu og Bjørg við røðum, og borgarstjórin handaði teimum báðum gávur í sambandi við hendan merkisdag teirra.
Í 1982 byrjaði Kongshavnar kvinnufelag at skipa fyri barnaansing í nýggju húsum sínum á Líknargøtu. Umframt hetta, vóru tað kvinnur í bygdini, sum bjóðaðu sær at ansa børnum við hús.
Runvíkar kommuna fór undir skipaða dagrøkt í oktober mánaða 1988. Skála kommuna fór undir skipaða dagrøkt í 1987, hon var niðurløgd í 1992, men tikin uppaftur í 1999.
Eftir kommunalu samanleggingina vóru skipanirnar lagdar saman, og eftir at barnagarðurin var bygdur á Skála í 2010, valdu foreldrini ta loysnina, og tvær av dagrøktarmammunum valdu at virka út frá Barnalonini ístaðin.
Tí er dagrøktin framvegis eitt høpi, sum fyri tað nógva er til eystaru megin við Skálafjørðin og nú eisini í Oyndarfirði. Dagrøktin heldur annars til í gomlu Doktarahúsunum í Heiðunum.
Í dag eru 47 børn í dagrøkt, upp til trý ára aldur, og 14 dagrøktarmammur eru í skipanini í dag. Leiðari teirra er Bjørg Rasmussen. Tá flest børn vóru í hesi skipan, vóru áleið 90 børn í dagrøkt, men hetta var í tíðini, táið børn kundu vera ansað á hendan hátt upp til 6 ára aldur.