Erik Skyum-Nielsen verður heiðraður við norðurlendska týðaraheiðurslønini 2016.
Hetta er fimta árið, at norðurlendski mentanarfondurin, Letterstedtka sambandið í Stockholm velur at handa norðurlendsku týðaraheiðurslønina. Heiðurslønin er 50.000 svenskar krónur ella góðar 40.000 danskar krónur. Heiðurin verður latin fyri eina framúrskarandi týðing av bókmentum millum norðurlendsku málini.
Í ár er tað so danski týðarin Erik Skyum-Nielsen, sum fær heiðurslønina. Handanarnevndin sigur, at Erik Skuym-Nielsen telist millum fremstu týðararnar av norðuratlantiskum bókmentum.
- Týðingar hansara - frá klassiskum tekstum til tær modernaðu, torgreiddu yrkingarnar - hava, við sínum neyvu, ljóðvarnu tulkingum, megnað at bera fram eina ríka mongd av Íslands og Føroya mest bestu verkum til allan tann norðurlendska lesaraheimin, skrivar nevndin.
Erik Skyum-Nielsen er magistari í norðurlendskum bókmentum og hevur áður verið lektari við lærda háskúlan í Íslandi. Nú starvast hann á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, umframt at hann er bókmentaummælari hjá donsku avísini Information, er rithøvundur, fyrilestrarhaldari og týðari. Millum verk hansara eru týðingar av Carl Jóhan Jensen og Jóanes Nielsen, eins og Aslaug Sigurdardóttir og Einar Már Gudmundsson.
Millum tey, ið høvdu skotið Erik Skyum-Nielsen upp til heiðurslønina vóru Norrøna felagið og føroysk listafólk.