Á hátíðarhaldi í Hangarinum á flogvøllinum í gjár í sambandi við, at Atlantic Airways í gjár hátíðarhelt 30 ár á føroyskum veingjum, varð millum annað Listaflog 2018 handað. Hetta er onnur ferðin stuðulin verður latin. Inn komu 36 umsóknir, sum søktu um tilsamans 2,4 milliónir krónur. Í ár gjørdist tað Heiðrikur á Heygum, marglistamaður, ið fekk allan stuðulin á 100.000 krónur.
Tað skrivar Atlantic Airways í tíðindaskrivi í morgun. Stuðulin skal brúkast til eina framsýning á Det Nordatlantiske Fyr í Hanstholm í Danmark í oktober, og eftir hetta verður framsýningin eisini sett upp í Føroyum. Talan er um eina video-innstallatións-framsýning, hvørs endamál er at lýsa Føroyar sum eina livandi veru.
Listaflog er stuðulsskipan hjá Atlantic Airways, ið varð sett á stovn í 2016, tá ið flogfør og tyrlur fingu nøvn eftir mætum, føroyskum listafólkum. Listaflog letur eina ferð um árið 100.000 krónur í stuðli til eitt ella fleiri føroysk listafólk og/ella listaverkætlanir.
Stuðulin var á fyrsta sinni latin í 2017 til Hansinu Iversen og Jóhan Martin Christiansen, ið fingu 100.000 krónur til framsýningina Lonely Hearts. Í ár er tað marglistamaðurin, Heiðrik á Heygum, ið fær allan stuðulin á 100.000 krónur til eina video-installatións-framsýning.
Í nevndini fyri Listaflog sótu í ár Randi Samsonsen, LISA, Alda Joensen frá Mentamálaráðnum og Jóhanna á Bergi, Atlantic Airways. Tær grundgeva millum annað soleiðis fyri, at valið fall á Heiðrik á Heygum, skrivar Atlantic Airways í dag.
”Installatiónsvideolist er ein í Føroyum spírandi listagrein, og verkætlanin hjá Heiðriki á Heygum fer at viðgera mentan, náttúru og menniskjað á nýggjan, forvitnisligan hátt, har listamaðurin fer at sameina tað visuella og tónleikin. Heiðrikur á Heygum er ein gávaður listamaður, sum hevur víst dygdir bæði gjøgnum tónleik, film og myndlist. Væntandi fer framsýningin at bjóða okkum áskoðarum av við hesi øðrvísi, livandi og femininu roynd at seta andlit á Føroyar, og vónandi verður hon enn eitt klípi á áhugaverdu listaleið Heiðriks.”