Í hesum sambandi skipar Norðoya Listafelag fyri framsýning við verkum eftir Fridu Zachariassen í Skúlanum við Ósánna 15. og 16. sept. 2012.
Hetta er úrvalsframsýningin, sum í summar hevur verið á Norðurbryggjuni i Keypmannahavn og varð kallað: Klaksvík Blues.
Tá ið framsýningin letur upp leygardagin kl. 15.00 spæla Helga Gerðalíð og Ljudmila Berezina.
Karin Jacobsen greiðir frá, hvussu hon minnist skyldkonuna, Fridu Zachariassen.
Steintór Rasmussen, skyldmaður Fridu, syngur eitt lag.
Professari, dr.phil. Malan Marnersdóttir, sum hevur skrivað bók um Fridu Zachariassen, heldur fyrilestur um list hennara.
Til ber at ogna sær bókina ”Frida Zachariassen”, sum Malan Marnersdóttir, professari, dr.phil. hevur skrivað.
Framsýning við verkum eftir Fridu Zachariassen verður í Skúlanum við Ósánna leygardagin 15. sept. kl. 15.00 – 20.00 og sunnudagin 16. sept. kl 14.00 – 18.00.