Undir prógvhandanini á skúlanum vórðu, umframt optikaraprógv, ymiskar aðrar heiðurslønir eisini handaðar, m.a. fyri "bedste eksamensgennemsnit" og "Årets projekt". Tað vóru júst føroyingarnir sum sensor metti eiga besta projektið í árganginum.
Í samband við optikaraútbúgvingina í Danmark, gera tey lesandi eitt "afslutningsprojekt" tað síðsta semestrið. Hetta er sum oftast bólkaarbeiði. Av teimum trimum bólkunum í Randers, sum í heyst fingu hægsta møguliga próvtal, var tann eini mannaður av fyrrnevndu føroyingunum og dananum David D. Carlsen. Hóast hetta, var føroyska málið líka nógv nýtt sum tað danska undir verkætlanini. David og Nelly búgva saman, og skilur hann tí føroyskt. Tey giftast í summar.
Verkætlan teirra kallaðist "Mesopisk myopi". Bólkurin kannaði og greinaði eitt fyribrigdið sum ávirkar summi ung fólk í myrkum ella skýmligum umhvørvið, hetta hevur við sær, at tey verða meira nærsýnd ella minni langsýnd undir tílíkum umstøðum.
Í metingini av verkætlanini varð rós givið fyri kanningina sum heild, innsamling og viðger av data var róst, umframt sera gott málbrúk og serliga góða framløgu. Sensor í uppgávuni segði m.a. at »dette overgår alt andet jeg har set tidligere«. Heiðurslønin, ið givin varð fyri hetta avrik var kr. 5.000.
Afturat hesum fingu tey trý hósdagin í farnu viku handað enn eina heiðursløn fyri verkætlanina, hon varð kosin ein av bestu verkætlanum í Danmark hetta árið.
Optimusprísurin
Danska deildin av Essilor, ein av heilt stóru fyritøkunum, sum framleiðir brillugløs og maskinir til optikarar, hevur síðan 1986 skipað fyri kapping millum tey bestu projektini frá optikaraskúlunum. Tað er skúlans próvtal fyri verkætlanina sum avgerð um tað er nóg gott til kappingina. Sensor og leiðsla indstilla vanliga allar verkætlanir sum hava fingið próvtal 9 ella meira til Essilor kappingina.
Heiðurslønin nevnist Optimus-prisen, og stórur áhugi er millum næmingarnir at kunna stinga sær hesa fjøðurina í hattin. Umframt heiðurin og eina standmynd av "Optimus", ið er sum ferðasteyp, letur Essilor peningagávu til vinnaran, men eisini til nummar 2 og 3. "Optimusprisen" er vælkendur í donsku optikaraverðini, fakbløðini "Optikeren", "Tid & Syn" o.a. umrøða hvørt ár tær tríggjar verkætlaninar sum verða mettar bestar.
Fýra serkønir innan optik, hava síðstu mánaðarnar nærlisið innstillaðu projektini og fyri stuttum vórðu næmingarnir aftan fyri trý av hesum projektum innkallaðir til "prisoverrækkelse" í Restaurant Hercegovina í Tivoli í Keypmannahavn. Á øðrum plássi endaði "Mesopisk myopi" hjá Nelly, David og Regin. Tað var ein bólkur frá TEC (Optikaraskúli í Keypmannahavn) sum fór avstað við Optimus í ár. Bólkurin skrivaði um "Prævalens af pterygium og cataract i Peru". Bólkurin var mannaður av einum dana, einum svia og tveimum norðmonnum, hesi høvdu verið í Peru undir verkætlanini, m.a. við brúktum brillum til tey fátæku. Samstundis gjørdu tey kanningar, sum skuldu brúkast í verkætlanini.
Framkomin útgerð
Regin er av Argjum, og er síðan lokna útbúgving fluttur heimaftur til Føroyar, og starvast í dag í Optikbúðini í Havn. Nelly er ættað úr Rituvík, men hevur seinastu 15 árini búð í Vejle. Í Føroyum eru ikki nógvir optikarar, og handlarnir eru væl smærri enn til dømis í Danmark, har tað ikki er óvanligt, at fyritøkurnar hava fleiri optikarar á sama staði. Optikbúðin er ein av størru og meira fjølbroyttu optikfyritøkunum í Føroyum, og hýsir nú sostatt tveimum góðkendum optikarum. Poul Einar Kruse sum hevur rikið Optikbúðina í 20 ár hevur í hesum sambandi moderniserað útgerð, umframt útbygt við einum sjónkanningarrúmi. Talan er um sera framkomna útgerð til sjónkanningar og annað hesum viðvíkjandi.
Optikaraútbúgvingin hevur verið 4,5 ár. Í 2007 varð útbúgvingin broytt til eina proffesionsbachelorútbúgving, tann praktiski parturin er styttur, so nú er útbúgvingin uml. 3,5 ár.