Heiðursmerki at hóma hjá B36

B36 vann 4-0 ímóti GÍ, og eingin ivi var nakrantíð um, hvønn veg dysturin fór at koppa

Tað vóru nøkur sera vøkur mál, sum vóru at síggja í Gundadali leygardagin, tá B36 basti GÍ.

Heilt frá byrjan sást, hvat at liðunum ætlaði sær at vinna dystin. B36 legði trýst á gøtumenn frá fyrsta bríksli, og B36 var eisini betra liðið leygardagin. GÍ hevði bara ein veruligan møguleika í øllum dystinum, tá ein av áleyparunum kom í skotstøðu í brotsteiginum. Vinkulin var heldur spískur, og Rene Tórgarð tók skotið. Málverjin hjá B36 hevði eftir hetta ikki tað stóra at síggja til. Tað gekk ein løta, men tá B36 hevði fingið fyrsta málið var ongantíð nakar ivi um, hvat av liðunum fór avstað við teimum trimum stigunum. GÍ vann fyrra dystin millum liðini, men gøtumenn vístu einki av tí spælinum leygardagin.

Fyrst var tað aldursforsetin á B36 liðnum, Karl Leonson, sum við einum rúkandi langskoti legði B36 framum. Verjuspælarin var komin eitt sindur fram á vøllin, og hann gjørdi ikki mætari enn at langa bóltin í málið úr langari fjarstøðu.

Næsta málinum stóð Gunnar Nielsen fyri. Hann kom at standa fríur beint uttanfyri brotsteigin, og við einum bleytum skoti legði hann B36 framum 2-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum. GÍ hótti ongantíð heimaliðið eftir fyrsta málið, og B36 tók sær mestsum at løttum, eftir at hava lagt seg framum.

Í seinna hálvleiki fekk B36 tvey mál og sló harvið sigurin rimmarfastan. Nú vóru tað teir yngru spælararnir, sum gjørdu um seg. Dómarin dømdi fríspark til B36 beint uttanfyri brotsteigin, og Johnny Samuelsen sendi frísparkið beinleiðis í málið miðskeiðis í seinna hálvleiki. Síðani skoraði Ragnar Poulsen móti endanum á dystinum, eftir at hann hevði bart seg ígjøgnum verjuna hjá gøtumonnum, og hann fekk lirka bóltin ta seinastu leiðina í málið.

B36 er við hesum sigrinum við aftur í stríðnum um heiðursmerkini, men tað krevur eisini, at teir fáa meira burturúr á útivølli, har úrtøkan ikki hevur verið tann besta. B36 er hinvegin tað einasta liðið, sum enn ikki hevur tapt á heimavølli í hesum kappingarárinum.

Næsta vikuskiftið gongur leiðin suður til Tvøroyrar, har teir møta TB. Í fyrru hálvu vann B36 heili 5-1 á TB. TB vil óivað hava hevnd yvir tað stórtapið, men teir hava eisini brúk fyri stigunum, um teir skulu beinleiðis uppaftur í bestu deildina.


B36-GÍ 4-0 (2-0)


1-0: Karl Leonsson

2-0: Gunnar Nielsen

3-0: Johnny Samuelsen

4-0: Ragnar Poulsenrt gav Djóna gula kortið, eftir at hann hevði runnið hálvan vøll eftir Allani Mørkøre, sum hevði tikið beinini undan Ian Højgaard, uttan at bólturin var nærhendis. Allarhelst átti talan tá at verið um tvey reyð kort.

Sum um totala eyðmýkingin av HB liðnum ikki var nóg mikið, so kundi Christian Høgni at enda seta punktum, tá eitt mótálop endaði við, at hann gjørdist leysur, soleiðis at reina hat-trick hansara varð veruleiki.


Undirhaldandi

Samanumtikið má sigast, at hóast talan ikki var um ein av best leiktu dystunum í ár, so var talan um undirhald á høgum støði.

Hvørki viðhaldsfólk ella leikarar hjá HB mundu vita, um tey skuldu flenna ella gráta, meðan risamøguleikarnir vórðu burturspiltir. NSÍ viðhaldsfólkini mundu hinvegin vera í góðum lag, og hóast alt eiga leikararnir hja NSÍ eisini rós uppiborið fyri sín leiklut.

Alir sum ein stríddust teir fyri felags søk síni, men tað vóru serliga tríggir leikarar, sum tosað varð um eftir dystin.

Christian Høgni Jacobsen fekk trý mál úr trimum møguleikum, harav málið til 4-2 var ein sonn perla. Rúni Joensen kom sjálvsagt eisini í fokus, orsakað av væntandi HB málunum, og so skal superveteranurin, Abraham Løkin, eisini nevnast. Tá hann fyrstu ferð royndi seg í fremsu fótbóltsdeildini, vóru fleiri av liðfeløgum hansara ikki føddir, men hetta sær ikki út til at gera mun. Fótbóltsheilan hevur hann enn sum fáur, men tað, sum er mest hugtakandi, er hvussu nógvar bóltar hann framvegis megnar at fáa fatur á. Heldur hann fram á sama hátt, er eingin forðing fyri, at hann eisini komandi árini tekur okkurt tørn fyri NSÍ.

Hjá vertunum mundi Hans á Lag vera einasti leikari, sum spældi sum ein komandi føroyameistari, meðan liðfelagar hansara mugu taka í egnan barm, um teir framhaldandi ætla sær at vera partur av FM-stríðnum.


HB-NSÍ 2-5 (1-2)

1-0: Pætur Dahl 5.

1-1: Dánjal Hansen 30.

1-2: Sjúrður Jacobsen 44.

2-2: Bárður Mortansson 51.

2-3: Christian Høgni Jacobsen 53.

2-4: Christian Høgni Jacobsen 56.

2-5: Christian Høgni Jacobsen 90.


HB:

Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Florin Miháescu, Hans á Lag, Janus Joensen ? Gigi, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen, Pætur Dahl ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum


NSÍ:

Rúni Joensen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Abraham Løkin, Jónstein Petersen ? Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen