Tey munnu vera fá, ið røkja sama starv í meira enn 40 ár. Hesin høgi tænastualdur er tó veruleiki hjá Hákuni Thorkildshøj, sum í samfull 41 ár hevur havt starv sum pantifúti.
Fyri hesa longu og trúgvu tænastu fekk 67 ára gamli Hákun Thorkildshøj í Havn heiðurstekin frá Margretu Drotning, ta sonevndu "Fortjenstmedaljen".
Tað var Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ið handaði Hákuni Thorkildshøj heiðurstekinið. Handanin fór fram á eini samkomu í Fíggjarmálaráðnum fríggjadagin.
Hákun Thorkildshøj byrjaði í starvi sum pantifúti 1. august 1964, og hann røkti hetta starv, til hann 1. oktober 2005 fór frá fyri aldur. Hákun Thorkildshøj var eisini deildarleiðari á táverandi Skattadeildini, men starvinum sum pantifúti slepti hann ongantíð hesi mongu ár.
Heiðursmerkið verður veitt eftir 40 ára tænastu hjá tí almenna. Medaljan er persónlig ogn, og navnið á hinum heiðraða er grivið inn í rondina á heiðurstekininum.