Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe vann saman við Marie S. Berggren í kvøld IVÆKST virðislønina sum ársins kvinnuligu íverksetarar í Danmark, fyri ruskspannina hjá sær, DropBucket.
Heiða og Marie høvdu sitið púra friðaligar við sítt borð, nøgdar við at vera tilnevndar, men uttan veruliga at hugsa, at tær fóru at vinna.
- Fyrst trínur ein kvinna á pallin, og lesur upp øll tey tilnevndu, og tað tekur øldir áðrenn, at tey fáa ein brævbjálva, har tey skulu lesa navnið á vinnaranum upp. Eg og Marie sita bara púra friðaligar, tí ímillum tær tilnevndu er Laila Pawlak, sum annars var stórfavorittur, og hevur fingist við íverksetan í fleiri ár, sigur Heiða.
- Men so ljóðar í hátalaranum, at vit hava vunnið! Hetta er villari enn nakað annað. Eg eri púra í sjokk!
- Hetta er avgjørt nakað sum eggjar okkum til at halda á, sigur ein ógvuliga vælnøgd Heiða, sum ivast hvørt hon og Marie orka at møta upp á nevndarfundi í morgin klokkan 10.
Fyrr í ár varð Dropbucket eisini heiðrað fyri bestu innpakking í Skandinavia av felagsskapinum Scandinavian Packaging Association, og í kvøld vórðu tær altso heiðraðar sum ársins kvinnuligu íverksetarar í Danmark.
DropBucket var í kapping við fimm aðrar verkætlanir í endaligu tilnevningini sum ársins kvinnuligu íverksetarar.