Í gjár vitjaðu starvsfólk í Tvøroyrar kommunu borgarstjóran. Starvsfólkini høvdu øll tað til felags, at tey hava verið í starvi í Tvøroyrar kommunu í mong ár og hava veitt kommununi, og borgarunum, eina trúgva tænastu. Úr 15 og heilt upp í 25 ár, hava hesi fólk arbeitt hjá Tvøroyrar kommunu.
At arbeiða undir sama arbeiðsgevara í so mong ár, ber vitnisburð um, at her er gott at vera og tað eru vit í Tvøroyrar kommunu takksom fyri, skrivar kommunan.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, takkaði starvsfólkunum fyri innsatsin hesi seinastu, mongu árini og handaði teimum eina gávu.
Tvøroyrar kommuna ynskir starvsfólkunum alt tað besta og vónandi fara hesi at halda fram í mong ár afturat, skrivar Tvøroyrar kommuna á tvk.fo.
Tey, ið heiðraði vórðu:
Ása Midjord, í 25 ár hevur hon koyrt líkbilin.
Svanna Nielsen, 20 ár í barnaansingini.
Barbara Debes, 20 ár í reingerðini í Tvøroyrar Skúla.
Helena Holm, 15 ár í barnaansingini.
Heidi Park, 15 ár í barnaansingini.
Heidi og Barbara eru ikki við á myndunum.
Sí fleiri myndir á síðu Tvøroyrar kommunu á Facebook her