Landskassin felagsnevnari
Atdráttarmegin millum flokkarnar er ikki nýtt fyribrygdi. Hon hevur verið har leingi, og altíð verið sera sterk. Atdráttarmegin hevur verið so sterk, at ideologiskir mótsetningar og ójavnar hava verið skúgvaðir til viks. Hetta tí flokkarnir báðir hava júst sama innfalsvinkul til sítt politiska virksemi. Nevniliga, at landskassin skal nýtast til at tryggja flokkunum atkvøður. Og tað erjúst tað, sum er bulurin og substansurin í heilagu alliansuni. Fólkflokkurin vil sleppa at nýta landskassan soleiðis, at ríku veljarar teirra sleppa undan at gjalda skatt og avgjæld. Um tað er soleiðis, at lækkandi inntøkur hjá landskassanum merkja, at Fólkafloksveljarar sleppa undan at gjalda, so er alt í lagi.
Javnaðarflokkurin góðtekur inntøkuskerjingarhugburð Fólkafloksins, um hann aftur fyri sleppur at nýta tær inntøkur, sum allíkavæl eru, til sínar veljarar. Klokkuklári politikkur javnaðarmanna er, at teir taka landskassan á ryggin og so spræna tíggjutalsmilliónir í hvørt hol, teir síggja á vegnum. Hetta ger, at vegurin sær penari út eina løtu, og fólk eru tí so hjartans fegin um hesar oh so sosialu javnaðarmenninar. Hvør vinnur og hvør tapir í longdini, tað er ikki áhugavert. Um samfelagið verður skipað, um framtíðin verður tillagað og tryggjað, og hvør ríkisrættarliga støðan er tað hevur ikki áhuga í Fólka- og Javnaðarflokkinum. Tað, sum hevur áhuga, er at landskassin til eina og hvørja tíð verður nýttur til at útvega teimum atkvøður.
Fólkflokkurin og Javnaðarflokkurin eru har umframt eisini fult samdir um, at praktiskur politikkur altíð vinnur á løgfrøðini. Ja, tað er kanska teirra nýggjasta branding, at alt snýr seg um praktiskan politikk, og at løgfrøðin á ongan hátt má vera ein forðing fyri, at politikarin fremur tað, hann hevur hug til. Viðhvørt halda teir, at løgfrøðin skal tillagast praktiska politikkinum. Men ofta, so leggja teir líka í løgfrøðina. Tað eru altíð teir sjálvir, sum avgera hvat skal fáa avleiðingar, og einki fær avleiðingar.
Heilaga alliansan hevur so eisini fingið ta dimensiónina afturat seinastu árini, at báðir flokkarnir av hjarta hata Tjóðveldisflokkin, sum miðvísur, við hegni og arbeiðssemi vinnur alt størri part av veljarafjøldini.
Mótsetningar ella...
Nú verða Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin javnan umrøddir sum mótsetningar, bæði hvat idelogi og politiskum arbeiðshátti viðvíkur. Spurningurin í dag er kanska tann, um hesir báðir flokkarnir eru mótsetningar á tingi. Vit síggja í hvussu er, at Fólkaflokkurin við sínum høgraekstrimistisku sjefideologum bæði reiðrast og fríggjar inniliga við Føroya Javnaðarflokki, hvørs ideologar eina ferð taldust millum DKP’ararnar og vinstasosialistarnar.
Og soleiðis, sum ting- og landsstýrismenn hjá Javnaðarflokkin hugsa og gera í politiska rúminum, loyvir ein sær rættiliga at ivast í, um ein einasti dropi av sosialismu er eftir í æðrunum hjá einum einasta virknum javnaðarpolitikara. Teirra virðisgrundarlag og hugburður annars líkist alt meira ditto hjá Óla Breckmann, sum har aftur ímóti er snildur og letst, sum hann heilhjartaður er við í sosialu morgun- og kvøldmessunum hjá javnaðarmonnunum. Aftur fyri fær Óli ein samlaðan javnaðar ting- og landsstýrisbólk at leggja seg skerflatar og ofra framman fyri kapitalistiska altarinum.
Vit standa tí í teirra fyri okkara land so álvarsligu støðu, at talan er ikki bert um vanligu heilagu alliansuna millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, vit uppliva eina ideologiska samanrenning, sum samstundis merkir fyrilitarleys høgrasnaring av føroyskum politikki. Alliansan hevur kanska sterkasta vápnið, ein kann hava í politikki. Teir hava óavmarkaða atgongd til landskassan, og teir gagnnýta hetta vápn til fulnar.
Lesarin spyr kanska, hvør leikluturin hjá Sambandsflokkinum er í øllum hesum ideologiska og politiska hurlivasanum. Hevur Sambandsflokkurin einki at siga. Og svarið er einfalt, at einasta orsøk til, at Sambandsflokkurin er í samgongu er, at hinir báðir flokkarnir hava ikki meirilutan einsamallir. Sambandflokkurin er við sum ífylla, og hann skal ikki trúgva, at hann skal hugsa um at hava annan leiklut. Vit sóu, hvussu teir í Fólka- og Javnaðarflokkinum bóru seg at, tá nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum brádliga loyvdi sær at vekja allar fiskarnar. Hann var kjølhálaður, niðurtraðkaður og útspiltur. Men hvat gjørdi Sambandsflokkurin, lýðin og uttan at mukka át hann alt í seg aftur, og fór aftur í leiklutin sum ífylla. Og heilagaða alliansan sleppur at fram haldandi og ótarnað at liva sítt ábyrgdarleysa lív við landskassanum sum høvuðssponsori. Onkur annar hevur eisini spýtt í seinastu árini.