Heilaspuni um Eidesgaard og Atlantsflog

Tað er als einki í tíðindunum um, at Jóannes Eidesgaard í morgin skal veljast í nevndina hjá Atlantsflog, og at hann verður formaður. Tað sigur Johan Dahl, sum hevur alt valdið á aðalfundinum.

? Eg ivist ikki í, at Jóannes Eidesgaard hevði verið væl egnaður sum nevndarlimur í Atlantsflog, men tað er eingin ætlan um at broyta eina vælvirkandi nevnd. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Í morgin klokkan 16 hevur Atlatnsflog aðalfund. Tað hevur gingið sum rótasúpan seinastu vikurnar, at Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, skal veljast í nevndina. Men hesum vísir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum aftur.

? Hatta er reinur heilaspuni frá onkrum, sum vil hava »gejl«, sigur Johan Dahl.

Sum landsstýrismaður í vinnumálum, so er tað Johan Dahl sum einsamallur ger av, hvør skal veljast í nevndina hjá Atlantsflog. Landsstýrið eigur tveir triðingar av felagnum, og tí kann hann velja teir nevndarlimir, hann hevur hug til. Og har verður einki broytt, sambært Johan Dahl.

Nendin, sum verður afturvald á aðalfundinum í morgin er hendan:

Bjarni Askham Bjarnason, Nevndarformaður

Kaj Johannesen, Næstformaður

Olaf Sigmundarson Poulsen, Starvsfólkavalt umboð

Ingi Solberg JoensenStarvsfólkavalt umboð

Therese Cecilia Tezz Tordsdottir Olsson, Nevndarlimur

Jens Wittrup Willumsen, Nevndarlimur

Stjórn:

Forstjóri: Magni Arge

Stjóri: Marius Eyðun Davidsen