Føroysk svimjing fekk í seinastu viku sjey nýggj met. Sheila Millum Garðarnar, Kári á Høvdanum og Birita Debes svumu øll sína bestu tíð á ymsu teinum, tá tey tóku lut í heimsmeistarakappingini í Rom. Úrslit, sum heilt víst eru flott og nøktandi. Tí er føroyska ferðalagi, sum nú aftur vendir nøsini móti Føroyum, væl nøgd. Eisini hóast, at Pál Joensen, sum var stóra navnið í hópinum, ikki stóð seg serliga væl.
Langt frá oddanum
Hóast føroyingarnir stóðu seg væl í føroyskum svimjihøpi varð somuleiðis staðfest, at framvegis restar nógv í, áðrenn vit røkka altjóða tindunum. Men føroysk svimjing hevur sett sær stór mál, og hevur seinastu árini tikið risa fet móti oddanum. Um framgongdin heldur fram, eru líkindi sera góð fyri at bjóða teimum stóru av um nøkur ár.
Debes var eyðsýnd
13 ára gamla Birita Debes hevur seinastu vikuna verið í støðugari framgongd. Hon setti tvey nýggj juniormet, og bøtti um fleiri av sínum tíðum. Har við prógvaði hon sína støðu í føroyska svimjiheiminum. Við úrslitunum er hon skýrd eina bjarta framtíð, og Birita Debes verður væntandi eitt navn, vit fara at hoyra meira til.
Somuleiðis setti Sheila Millum Garðarnar og Kári á Høvdanum ávikavist trý og tvey nýggj met. Úrslit, sum svimjararnir eiga stórt rós fyri.
Ljóssøgurnar vóru fleiri í Rom. Pál Joensen stendur í skugganum av frálíku úrslitunum. Føroysk svimjing eigur at vera errin av sínum svimjarum, hóast alt ikki eydnaðist, sum tað skuldi.
Í FAKTABOKS:
Tey sjey metini
Sheila Millum Garðarnar 100 metrar firvald 1:08,17
Sheila Millum Garðarnar 100 metrar frí 0:59,63
Sheila Millum Garðarnar 50 metrar frí 0:29,56
Kári á Høvdanum 50 metrar firvald 0:26,03
Kári á Høvdanum 50 metrar rygg 0:27,65
Birita Debes 100 metrar frí, juniormet 1:10,30
Birita Debes 50 metrar frí, juniormet 0:27,93
MYNDATEKSTUR: Sheila Millum Garðarnar setti trý nýggj føroysk met í farnu viku