Sambært heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum fsf.fo, var seinasta freist at boða frá flytingum á hesum sinni, fríggjadagin 22. februar 2008.
Áhugin fyri at flyta felag tykist vera rættiliga stórur, tí tá freistin var úti á midnátt fríggjakvøldið, hevði FSF skrásett 174 flytingar.
Í veruleikanum er talan um enn fleiri flytingar, tí 23 umsóknir liggja enn og bíða eftir at vera endaliga avgreiddar. Her er fyri tað mesta talan um leikarar, ið skulu hava spælaraloyvið flutt úr útlandinum til Føroyar.
Hesar flytingar verða endaliga avgreiddar, tá spælaraloyvið er komið frá útlendska fótbóltssambandinum, og neyðugu pappírini í sambandi við flytingina annars eru komin upp á pláss.
Flytingarvindeygað letur upp aftur 16. juni og er opið til 21. juli.
Tey liðini, ið vóru mest aktiv á marknaðinum hesaferð vóru:
Hjá monnum:
B36, við 21 flytingum
Undri FF, við 15 flytingum
HB, við 13 flytingum
Nevnast kann at nýggja felagið VÍkingur framdi 9 flytingar
Hjá kvinnunum vóru tað einamest ártalsfeløgini bæði, B68 og B36, ið høvdu ávíkavist 6 og 4 flytingar.
Skuldi áhugi verið í at hugt eftir hvørjir leikarar, talan er um, ber til at fara inn á fsf.fo, har ein listi stendur.