Heili átta tilburðir av korona í gjár

Í gjár vórðu heili átta nýggir smittutilburðir av koronu staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.

 

Sjey av teimum smittaðu eru partur av kendari smittuketu, men enn er ikki er greitt hvussu tað eina fólkið er smittað. Men landslæknin sigur eisini, at fimm av teimum smittaðu hava ikki verið sóttarhaldi.

 

Í gjár vórðu 1121 kanningar gjørdar og allar kanningarnar eru greinaðar. Tilsamans eru nú 280.872 kanningar gjørdar í Føroyum.

 

Tilsamans hava 731 fólk nú fingið staðfest smittuna í Føroyum. Av teimum eru 687 fólk staðfest frísk aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Í løtuni eru 43 fólk smittað við koronu, og 395 fólk eru í sóttarhaldi, sigur landslæknin.