Heili sjey føroyameistarar í badminton

Aksel, Bjarnhild, Gunnva, Lena Maria, Miriam, Niclas og Rúni endaðu øll ovast á skamlinum í teimum fimm greinunum í badminton. Árligi Kontrast FM finaludagurin var leygardagin

Fleiri sera spennandi finaludystir blivu leiktir í Høllini á Hálsi leygardagin, nú Kontrast FM Finaludagurin bleiv fyriskipaður í samstarvi millum BSF, Judosamband Føroya og Borðtennissambandið. Í badmintonfinalunum vóru fleiri heilt nýggj andlit at síggja, men í finalunum í einmansleiki hjá bæði kvinnum og monnum komu royndirnar vinnarunum til góða. Hetta staðfesti Magnus Gaard sum viðmerkjari í sjónvarpinum, tá Niclas Eysturoy endurvann FM hjá monnum fyri sættu ferð, og Gunnva K. Jacobsen fyri aðru ferð hjá kvinnum, skrivar BSF.

Gunnva og Niclas føroyameistarar í einmansleiki

Hjá kvinnunum gjørdist Gunnvá K. Jacobsen (HBF) føroyameistari eftir at hava vunnið eina spennandi finalu í trimum settum ímóti Miriam í Grótinum (HBF), sum sostatt fekk silvur. Bronsuna vunnu Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen úr KBF. Niclas Højgaard Eysturoy (HBF) vann gullið í mansfinaluni eftir ein intensan dyst ímóti Magnus Dal-Christiansen (HBF). Bronsuna vunnu Jónas Djurhuus og Aksel Poulsen, báðir úr HBF. 

##med2##

Bjarnhild og Lena Maria vunnu gull hjá kvinnum

Tær báðar Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen (KBF) vunnu í 3 settum á Miriam í Grótinum og Sissal Thomsen (HBF). Bronsurnar vunnu Mia/Sanna Thorkildshøj (HBF) og Oddbjørg í Buð Justinussen/Johanna Osberg Højsted (KBF). 

##med3##

Niclas og Aksel vunnu gull í tvímansleiki

Teir báðir garvaðu HBF leikararnir Aksel Poulsen og Niclas Eysturoy vunnu á teimum yngru Jónas Djurhuus og Magnus Dal-Christiansen frá HBF í finaluni. Bronsuna vunnu Rúni Øster/Hákun Thorkildshøj (HBF) og Hermann Eysturoy/Magnus Gaard (HBF). 

##med4##

Miriam og Rúni vunnu í blandaðum tvímansleiki

Tað var í eini spennandi finalu í trimum settum, at Miriam í Grótinum og Rúni Øster frá HBF vunnu á Gunnva K. Jacobsen og Magnus Dal-Christiansen, HBF. Bronsuheiðursmerkini vunnu Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF)/Árant á Mýruni (MBF) og Niclas Eysturoy/Sissal Thomsen (HBF).

 ##med5##

Finaludagurin leygardagin var endin á eini krevjandi FM kapping við teimum áleið 100 innleiðandi dystum hósdagin og fríggjadagin.