Heilsa, trygd og annar djevulskapur

Problemið við regulering uttan at taka sær av atferð, álit ella virði, er at reglur blíva til substituttar fyri tað, at teinkja

Agga Niclasen
[email protected]
-------

Fleiri fólk doyðu av at byggja tunnilin millum England og Frakland enn Empire State Building. Hugsa um hetta. Seinastu 20 árini hava øll byggipláss verið um harðar hattar á supersjónskum vestberandi plássum við bókum á stødd við bíbliuna um heilsu og trygd.
Skýskavarin í New York, bygdur uppá 410 dagar í 1930-31, hevði jú eitt heilt herlið av arbeiðsmonnum í keppum. Kortini var talið av deyðum minni enn hasi 10, sum lótu lív í arbeiðnum at binda saman Bretland og evropeiska meginlandið.
Merkir hetta, at vit skulu avtaka trygdarhjálmar? Nei, men tað merkir, at reglar hava væl minni at siga, tá ið tað kemur til trygd og heilsu, enn vit ganga og halda.
Tað, sum reddaði lív á Manhattan í 1930unum, var ein tættæðraður felagsskapur og djúpgongt álit millum arbeiðarnar, sum veruliga tóku sær av hvørjumøðrum. Nakað, tann framúrskarandi produktiviteturin eisini vitnar um.
Vanliga svarið frá patetiskum politikarum til mestsum allar trupulleikar ella fløkjur, er annars at koma við enn einari lóg, ið bannar okkurt. Men hvussu keðiligt tað forbjóðaða nú einaferð mátti verið, kann ein nýggj rættarregla hava óætlaðar avleiðingar. Og, uppaftur meiri vanligt, at formyndaríið vísir seg vera heilt óviðkomandi og úrslitaleyst.
Argumentini um meira-ímóti-minni reglugerð eru oftani ikki tey mest umráðandi, av tí at tað, sum trúliga hevur týdning, snýr seg um leiðslu, arbeiðshug, skyldukenslu, álit og, endaliga, ein grundliggjandi førleika og erpni á arbeiðsplássinum tvørs fyri av vesala fakmørkum.
Pappírsflytandi trygdarfrikar sosum Sølvi Reinert Hansen og hansara kompaní av lígagyldigum kontrollistum hata slíkt evnisøki, tí teir ikki kunnu máta, skráseta ella regulera tað. Teir halda, at bara tí, at teir sjálvir hava ein sadomasokistiskan tørv á at vera státskannaðir í høvd og reyv, tað veri seg heima við hús ella uttanfyri saman við hasi dálkandi múgvuni, ið kallar seg mannaættin, hava øll onnur eisini tað.
Vit hava at gera við eitt misantropiskt menniskjasýn, sum øvundar hasi, ið hava áhuga fyri og álit á mannaheiminum, og tí royna at kveistra burtur sovorðið sum ábyrgjan og prinsippir sum “gamalsligt”, “bleytt” ella “strævið”. Hóasst menniskjað upp í slag hevur prógvað, at tað megnar at vinna á teim trupulleikum, ið til tíðir stinga seg upp, eru enn nøkur, ið hava brúk fyri at trumma saman eina revsiprædiku desainað at ringa og lítilsvirða mannaættina.

Onkur sigur, at reglar eru voldaðar av mistrúgv; ein viðurkenning av, at øll bara ikki eru nóg góð. Tað er væl møguligt, men aftur her tosa vit um at gera politikk eftir lægsta felagsnevnara—tí hvat við tí fúlt stóra bróðurparti, ið er nóg góður? Eisini handlar tað um at vera nóg vaksin at góðtaka, at vit ikki kunnu redda verðini, at tað onkuntíð fer at ganga av helviti til... at ræðuleikar henda.
Tó tykist tað, líka frá betrivitnadi Sølva og hansara garterandi miðjaðara til “barnaverjandi” KRIS, at mistrúgv til menniskjað, formyndarí og avmarkandi reglugerðir alt er ein fylgja av at hava hingið ov leingi út við Danmark, sum jú er høpisleyst sosialdemokratiskt.
Í Danmark elska tey at fortelja sínum subjektum, hvussu nógv tey skulu eta, hvussu nógv at drekka, at renna, ella spinna, og hvussu syndugt tað er at festa sær í. Ja, yvirhøvur eitt lyndi til at mikrostýra individuellan atburð og traðka á alt fleiri frælsi, ið eginliga átti at verið eitt sera óføroyskt eyðkenni.
Ein hugsan, at tað er vælferðarstáturin, ið skapar mentanina, tá ið tað sjálvandi er beint øvut. Altso, at um tú sparir á ovurbólstraða dagpeningaøkinum, tá gert tú teg inn á danska vælferðarstátin. Og nú eru so føroyingar farnir at fortelja føroyingum, hvat danir siga við danir. Ein óvani, forrestin, ið hevur staðið á øll heimastýrisárini.

Eg eri ikki teologiskt ímóti lógum. Sum dømi vildi eg ynskt, at onkur politikari hevði skilt mítt vælumhugsaða uppskot um serlóg: at hindra Høgna Reistrup nakrantíð aftur at útgeva tónleik umframt at halda seg í minsta lagi 150 metrar frá øllum upptøkuhølum í mínum valdømi.
Men seinastu nógvu árini hevur sosialdemokratiska hugsanin noytt okkum at vaða ígjøgnum eina mýru av smáligum lógum og flogsandi leiðbeiningum, serliga innan heilsu og trygd. Frá vøggu til grøv blíva vit nú eftirkannað, hótt og jagstrað av landsins barnapíkum, bert tí at tey ráðandi við tess stovnum og stovum ikki hava nakað betri at gera enn at leggja seg út í okkara lív.
Tað hevði ikki verið so galið, um landsins ráðandi høvdu stýrt samfelagið so nøkulunda skilagott, men vit mugu finna okkum í ógvusligari skatting, óvanliga stórum almennum oyðsli, órættvísari og ósamsvarandi nýtslu av bótum og ákærum, óbrúkiligum og ábyrgdarleysum tænastumonnum rokað við trylskum parkeringsbótum og ómaksgjøldum. Hetta, tað seinasta, eitt samheiti fyri at tryggja bankastjórans tilverurætt.

Tað mest forbistraða er tó vaksandi talið av sjálvstøðugum umboðsstovnum settir á stovn og styðjaðir av landsstýrinum. Afturat hesum eru sjálvbodnir felagsskapir, eitt nú KRIS, sum saman við Almannamálaráðnum heldur seg umboða insestoffur. Endamálið hjá KRIS er at “fyribyrgja kynsligum ágangi í samfelagnum”, og hevur av hesum valt at koma við einum uppskoti úr Danmark, sjálvsagt.
Frælsisstjalandi uppskotið at kanna vaksin, ið hava samband við børn, fullger eitt frammanundan ómátaligt paranoia, og økir um eitt longu yvirregulerað og kontrollerandi samfelag.
Uppskotið sipar til, at einhvør vaksin er ein potentiellur pedofilur, og má stemplast “tryggur” áðrenn tey hava nakað samvirkni við børn. Um KRIS fær sín vilja, merkir hetta, at tað, at skula vera við børnum, ið ikki eru tíni egnu, gerst ein heilt spesiell mannagongd við kravi um státsliga avgreiðsluváttan, heldur enn ein vanligur partur av tí, at vera ein vaksin borgari. Sum frá líður fer hetta at hava eina eitrandi ávirkan á sambandið millum ættarliðini.
Spell, tí tað eru nevniliga veldigir fyrimunir við samveru millum vaksin og børn, ið ikki er regulerað. Børn eru ikki bert uppdrigin av familjum og lærarum. Vaksin fólk í einum samfelagi hava altíð verið saman um ábyrgdina at hava umsorgan fyri komandi ættarliðum. Talan er um óskrivaðar semjur og skyldur, avtalaðar millum grannar, vinir og vinir hjá vinum. Men mannahatskur politikkur, hvat tað, at barnakanna trøllvaksin fólk er, fer at bureaukratisera óformlig bond, og svarar til at geva lokalum eldsálum og vælmeinandi fólki longutong.

Linjan, “jú, men um tú einki hevur at fjala, hvat er tá problemið”, er bara so autoritaristisk. Vit hava faktiskt nakað, sum eitur privatlív. Og fær KRIS sín vilja, tá meldi eg meg úr H71—ikki tí at eg føli upp á børn, men tí at eg ikki finni meg í at blíva kannaður.
Eg veit, at tey treytaleyst trúgvandi og vinstravendu hava eitt fantastiska dularfult álit á státin og tess kommunur og fylgjandi myndugleikar at ordna alt fyri seg, harímillum nakað so íborið sum menniskjaligar relatiónir. Men hatta sneytandi skapilsi av einum stórabeiggja skal slettis ikki blanda seg uppí privat viðurskifti. Tað rakar ikki Rósu Samuelsen og Jan Jacobsen hvussu tilkomin velja at skipa sín gerandisdag saman við øðrum, hvønn eitt ítróttarfelag setur í starv ella loyvir at hjálpa til. Við tilmælinum tykist eygnasteinurin hjá Almannaráðnum vera heltikið av at læra øll børn í Føroyum, at einhvør vaksin er ein møguligur misbrúkari, og at børn tí ikki longur kunnu líta á vaksin.

Ella tak hasa formyndaralógina frá 1. oktober í fjør, sum má vera tað mest skíttbýttasta og mest eyðmýkjandi uppfinnilsi í føroyskari lógarsøgu, tá ið hon krevur av vaksnum fólki, at tú ikki mást drekka so mikið sum eitt glas av reyðvíni, men grønari sodavatn, um tú ætlar tær í bilin.
Elitan er púrasta desperat eftir at verða sædd at gera okkurt: tí allar hesar fratbýttu reglugerðir, kunngerðir, lógir, ávaringar og, ikki minst, ræðukampanjur. Men vit hava ikki tørv á moralistiskum rennarum at gera av, hvussu vit skulu liva. Sjálvur haldi eg, at timburmenn er náttúrinnar máti at fortelja fólki; at hetta við at drekka seg stívan, treyðugt er serliga skilagott. Hava vit veruliga brúk fyri deprimerandi ráðum at siga okkum, at tað er ringt at drekka seg etandi spren ella at fara í bilin við eini kenning?
Flest okkara uppliva tað sum ung—og flest okkara vaksa frá tí. Hetta eitur “at gerast vaksin”. Og so leingi sum vit ikki bróta nakra lóg, dugi eg ikki at síggja, hvat okkara atburður hevur við Sølva og hansara sosialdemokratisku stavnar at gera.

Problemið við regulering uttan at taka sær av atferð, álit ella virði, er at reglur og lógir blíva til substituttar fyri tað, at teinkja.
Eitt trivielt dømi. Einar Már Guðmundsson, sjálvglaður træklemmari, politiskur analfabetur og sosialistiskur umberari við fyribils viðvindi á anti-materialistisku súkklubreytini, skjýtur sjálvandi eftir kapitalismuni sum skipan: at hon er grundleggjandi impotent. Einki yvirraskilsi har, meðni.
Sjálvur er hann jú knallreyður prísari av samfelagsmodellinum hjá stívrenda einræðisharranum í Venesuela, kommunisturin Hugo Chávez (har ongin sleppur nakað sum helst og øll eru líka fyri elendigheitini). Men sjálvt um hansara tambaðu samanpentanir um hvussu fíggjarheimurin “veruliga” hongur saman, hvussu fríi marknaðurin ikki riggar, eru barasta so Disneyland—ein kokkteylur av ynskishugsan og fakligum tápuleika, heldur—verður hann dyrkaður av bleytum norðurlendskum fjølmiðlum, ið áttu vitað betur.
Tí tá ið tað kemur til íløgugrunnar og vekslarar í dag, eitt spektakulert dømi um hvussu eitt nóg so lágregulerað øki hevur kiksað tvær ferðir innan hundrað totalt glæsilig ár, hevur sjálv skipanin og reguleringsstøðið væl minni at siga enn virðini í bankaverðini... rætt og slætt av tí, at bankastjórar ikki hava nøkur.