Heilsa, trygd og umhvørvi á dagsskránna

Í vikuni skipar Føroya Shell fyri einum trygdarátaki fyri starvsfólki og fólki uttani frá. Tiltakið Føroya Shell skipar fyri, er partur av einum heimsumfatandi átaki, har Shell setur heilsu, trygd og umhvørvi á hásæti

Shell ynskir fólk verða meira tilvitaðið um heilsu, trygd og umhvørvi, og tí hevur felagið sett hesi evni ovast á breddan hesa vikuna. Byrjað var í morgun klokkan átta, har barnagarðsbørn í Føroyum fingu eitt pappír við, har tey kunnu tekna og litað og verða partur av heislutrygdarvikuni hjá Shell.
Klokkan níggju vóru starvsfólkini hjá Føroya Shell kring landið kunnaði um vikuna, og har fingu tey millum annað fetmátarar útflýggjaðar. Tey skulu ætlandi kappast sínamillum um, hvør teirra hevur gingið flest fet, tá vikan er liðug.
Ein annar partur av átakinum er, at Hjartafelagið heilsukannar starvsfólkini hjá Føroya Shell, og verða kanningarnar gjørdar gjøgnum vikuna.
Men hvat fær Shell so burtur úr hesum? Hákun Djurhuus, stjóri á Føroya Shell sigur, at tað er kravt av Shell-feløgunum kring knøttin at vísa stórt fyrilit fyri heilsu, trygt og umhvørvi. Tað er eitt gott tekin at senda brúkaranum, at vit hava sunn og frísk starvsfólk, og tað gevur avkast á so nógvum økjum. Millum annað eisini á sjúkradøgunum, segði Hákun Djurhuus á tíðindafundinum uppi á Hotel Føroyum í morgun.

Øll sleppa við
Men heilsuátakið er ikki fyri starvsfólk hjá Føroya Shell burturav. Týsdagin verður skipað fyri heilsurenning í Gøtudali klokkan sjey. Hetta er eitt alment tiltak, og tað sama er gongutúrurin í Eysturoynni, sum verður hósdagin.
- Við at gera tiltøkini almenn so fáa vit eisini vanliga føroyingin uppí. Og tað er ongin loyna, at eitt av málunum við átakinum, er, at fáa føroyingar sum heild at verða meiri tilvitaðar um heilsu, trygd og umhvørvi. Og við at fáa onnur enn bert starvsfólk á Shell upp í tiltakið, so leggja vit eisini eitt størri trýst á okkum sjálvi, har vit vísa, at vit veruliga meina tað, sigur Hákun Djurhuus.
Hann vísir eisini á, at átakið stuðlar undir heilsuskránna hjá landsstýrismanninum almanna- og heilsumálum, Hans Paula Strøm, og 0-hugsjónina hjá Ferðslutrygd, og sipar hann millum annað til, at tað er bannað starvsfólkum hjá Shell at tosa í fartelefon meðan tey koyra í arbeiðsørindum.
Átakið endar fríggjadagin, har øll starvsfólk hjá Føroya Shell hittast á Hotel Føroyum til fyrilestrar og framløgur av úrslitum frá vikuni, umframt at vinningar og virðislønir verða býttar út til tey, sum hava gingið flest fet og onnur.