Í dag 28. oktobur verður Theodor Thomassen í Sørvági 105 ár. Hann er elst av 8 systkjum. Pápan misti hann longu sum sum 25 ára gamal, meðan teir vóru saman undir Íslandi til fiskiskap. Longu tá mátti hann taka við ábyrgd og hjálpa mammuni við øllum, sum hoyrir einum húsarhaldi til. Hann er elsta fólk í Føroyum, men hóast hendan høga aldur, so eru tað bert 6 ár síðani at hann gavst at arbeiða.
Abbi hevur balst á sjónum stóran part av lívinum, og hevur róð út líka til hann bleiv 99 ár. Tá vóru eyguni vorðin so vánalig, at hann hevði trupult við at síggja Vágalandið og Mykines, so hann bleiv noyddur at gevast við at rógva út. Um eyguni ikki vóru farin at bila, so hevði hann nokk hildið áfram til hann bleiv 100 ár. Hettar, at ein maður drívur fiskaríð einsamallur sum 99 ára gamal, er heilt óhoyrt og er uttan iva heimsmet. Tað eru nógv ár síðani at abbi kom í tí føroysku rekord bókina, sum elsti útrórðarmaður í Føroyum nakrantíð.
Annars hevur abbi fingist við eitt sindur av hvørjum. Hann hevur siglt við slupp, havt handil og stoypt nógv hús. Men tað sum hann hevur fingist mest við og er mest kendur fyri, er útróðurin.
Abbi byrjaði sum smádrongur at rógva út og hevur havt fleiri bátar. Tann seinasta bátin fekk hann sær, tá hann var 70 ára gamal. Hesin báturin var eitt sindur størri enn tann gamli báturin, sum kallaðist fyri “Sjuss”. Um tað var fyri at fáa meira fisk, at bátanavnið bleiv forandrað frá “Sjuss” til “Foss” skal vera ósagt. Onkur helt, at tað var nakað seint at byggja sær nýggjan bát, tá man var blivin 70 ár, men teir fóru skeivir. ”Fossur” var ein fínur bátur, sum abbi brúkti rættuliga nógv, líka til hann bleiv 99 ár, tá hann seldi bátin og fór upp á pensión.
Abbi hevur ofta fingið væl av fiski. Tann eina dagin tá hann var um 85 ára gamal, fiskaði hann uppí bátin úti á grunninum, og varð noyddur at rýma til hús, tí alt dekkið var fult av fiski.
Tað er eisini sera áhugavert at sita og práta við abba um leyst og fast. Hann minnist 1. Heimsbardaga, sum um tað var í gjár, og kann fortelja niður í detaljur um ymiskar hendingar, sum hann hevur upplivað fyri 90 árum síðani.
Tá sjónvarpið var og vitjaði hann seinast fyri einum ári síðani, spurdu teir hann, hvat hann fekk tíðina at ganga við meðan hann lá í songini. Hann svaraði stutt og greitt, at hann róði út allan dagin – í tonkunum. Hann fylgir eisini sera væl við hvat bátarnir fiska og veit, hvussu nógv teir flestu hava fingið. Onkuntíð biður hann dóttrina fara inn á internetið og fortelja sær, hvussu nógv bátarnir í Sørvági avreiddu.
Tá eg havi verið á floti, so vil hann ikki bara hava at vita, hvussu nógv veiðan var. Hann vil eisini hava at vita, hvar man fekk fiskin, hvussu slagið var, um hann var rak ella feitur, hvussu rákið var og hvat dýpið var o. s. v. Alt hettar liggur hann so og spekulerar yvir.
Abba hevur altíð dámt væl at roynt eftir seiði. Meg minnist serliga væl hesi stillu heystarkvøldini, tá vit báðir dyrgdu eftir seiði, og síðani settu okkum at kryvja til langt út á kvøldið. Tá liðugt var at kryvja, varð eg altíð sendur til grannarnar við einari stórari spann av seiði til hvørt hús. Tað vóru grannarnir sera takksamir fyri.
Tað er ikki altíð so lætt hjá abba at fylgja við tí níggju tøknini. Tað er framvegis ein gáta fyri hann, hvussu man kann sita í Sørvági við einari tráðleysari telefon, og fáa gekkahjólið í Kringvarpinum í Havn at mala við at trýsta á ein knøtt, og so aftur at fáa gekkahjólið at steðga, við at trýsta á ein annan knøtt. Men tað er ikki alt, sum er so lætt at skilja.
Annars so hevur tað ikki altíð verið so lætt at forsyrgja 10 børnum við einari lítlari inntøku. Abbi hevur ongantíð átt so frægt sum ein bøkk av jørð, og hevur livað av tí, sum havið hevur givið. Fiskurin, grindin og fuglurin hevur verið álitið. Hann hevur fortalt, at tey til tíðir ótu grind og spik fleiri fer um vikuna, tá eingin fiskur var at fáa. Tað hevði verið áhugavert at fingið at vitað, hvussu nógv tons av grind og spiki, abbi hevur etið hesi 105 árini. Hann hevði neyvan verið eitt gott dømi at brúkt hjá teimum granskarum, sum pástanda, hvussu skaðiligt tað er at eta grind og spik.
Sum sagt, so fingu abbi og omma 10 børn. 5 dreingir og 5 gentur, har øll uttan tann eina dótturin búgva í Vágunum. Abbi misti konuna í 1987, og hevur búð einsamallur líka til hann bleiv 100 ár. Tá flutti hann inn til dóttrina Elisu, har hann framvegis býr. Har kemur nógv fólk á gátt fyri at fáa eitt prát við abba, sum fylgir væl við øllum sum gongur fyri seg í samfelagnum. Tá tíðindini eru í útvarpinum, lurtar hann við andakt og skal hava alt við.
Vónandi fært tú ein góðan dag saman við familju, vinum og kenningum.
-----
Heilsan
Finn, Umborð á Robert Mærsk