Tað er eingin ivi um, at Hans er ein av okkara fremstu og dugnaligastu vinnulívsmonnum. Hann hevur havt nógvar “visjónir” í sínum vinnuliga virki. Sumt hevur gingið væl, og annað hevur ikki borið til. Tað kann róliga roknast við, at tað sum ikki ber til hjá Hans, verður trupult hjá øðrum.
Við laksinum hevur Hans víst, at hann dugdi at gera tað rætta til rætta tíð. Í øllum skrællinum, sum var í laksavinnuni fyri nøkrum árum síðani, vóru tvær fyritøkur sum sluppu undan húsagangi. Onnur teirra var Bakkafrost.
Bakkafrost fór ikki eftir løtuvinningi í sínum sølupolitikki men hugsaði meira langsiktað. Tað loysti seg. Í dag stendur Bakkafrost fyri einum rímiliga stórum parti av okkara alsamt vaksandi laksavinnu.
Á einum øki mátti Hans tó geva upp, og tað var í politikki. Hann stillaði upp fyri mongum árum síðan fyri Sjálvstýrisflokkin. Hansara sjónarmið á valfundum vóru minst líka skilagóð sum hjá øðrum. Men hetta bar als ikki til. Eydna í politikki er so merkilig. Hvat hevði føroyskur politikkur ikki kunnað fingið gagn av einum manni sum Hans?
Tað verður tikið til, hvussu arbeiðssamur Hans er. Eisini hvussu góður hann er at samstarva við. Hann vísir í verki, at hann dugur at virðismeta fólk, og hann er altíð við tí góða orðinum. Fólk kenna seg eisini virðisliga viðfarin av honum, og er hetta ein eginleiki, sum sigur nógv um hann.
Hans hevur eitt lætt sinni og er sera humoristiskur og er tí lættur at vera saman við. Hann hevur eisini evni at yrkja, hóast hetta ikki er so alment kent.
Hann er góður familjumaður og vísir eisini hetta í verki.
Her skal ikki gloymast konan Oddvør. Hans vil vera tann fyrsti til at viðganga, at uttan hana hevði tað so í hvussu er ikki gingið.
Tí verður ynskt teimum báðum tillukku við hesum “støvets år”, sum tó ikki merkja Hans á nakran hátt!
ó.