Heilsan til Marlenu Djurhuus

á 90 ára føðingardegnum 14. november 2009

Góða Marlena. Vita skalt tú, at okur eru fleiri, sum ynskja at siga tær stóra takk fyri alt og hjartaliga til lukku, nú tú ert vorðin 90 ár. Okur minnast væl aftur á góðar og minnisríkar løtur, tá familjan var samlað, ofta í Akrabergi ella úti í Keri.

Fyri meg var kósin tíðliga løgd. Eg skuldi hava eina útbúgving. Tað høvdu eg og foreldur míni avgjørt. So umráðandi var at finna eitt stað at búgva. Systir mín fór líka til Danmarkar at ganga í realskúla, tí har kundi man búgva á skúlanum.

Eg kom at búgva í Vági hjá tykkum, og enn í dag eitur eitt kamar í tykkara húsi:” Kamarið hjá Marius. “

Eg minnist aftur á hesa tíðina, tá eg búði hjá tykkum, við stórari gleði. Hetta var kanska mín besta tíð. Tíðin, har eg búnaðist og byrjaði at gerast vaksin. Eg hevði, eins og øll onnur á hesum búningarstigi, brúk fyri skilagóðum vaksnum fólkum rundan um meg, og vita skalt tú, at har hevði tú stóran týdning . Tú var sum ein onnur mamma fyri meg. Altíð blíð og vísti mær stórt álit og virðing, sum hevur so nógv at siga fyri menningina.

Góð var barlastin, tí eg helt kósina líka á mál, og kundi venda heim aftur mong ár seinni, við teirri útbúgving, sum eg hevði sett mær fyri. Tá gjørdist eg enntá tykkara granni. Tá var eg glaður, tað skalt tú vita góða Marlena.

Nógv vatn er runnið í havið síðani tá, og mong av teimum, sum høvdu so ómetaliga nógv at siga fyri okkara familju, eru ikki millum okkum meir.

Men enn síggi eg teg , Marlena, sum 90 ára gomul kona, virkin, sera kvik og í sama góða lagi. 


Gott at okur enn eiga teg! 


Hjartaliga til lukku . 


Heilsan

Marius