20. juni í ár verður Jóhan Hendrik W. Poulsen 75 ár. Í hesum sambandi gevur Sprotin út heiðursritið Orðabókin, har allar tær orðabókarsendingar, hann hevði í Útvarpi Føroya árini 1969-1993 við heitinum Orðabókin, eru savnaðar.
Fremst í bókini verður prentaður ein kvøðulisti, har fólk kunnu senda Jóhan Hendriki eina heilsan.
12.000 nýggj orð og merkingar
Tað er Anfinnur Johansen, lektari á Føroyamálsdeildini, ið leggur Orðabókina til rættis. Hann greiðir frá, at høvuðsendamálið við Orðabókini í útvarpinum var at koma á tal við fólk úti um alt landið um orð og orðafelli, sum savnið til føroyska orðabók á Føroyamálsdeildini ikki var nóg væl statt við.
- Upplýsingarnar, sum fólk komu við, gjørdu tað ómetaliga nógv lættari hjá okkum, sum tá arbeiddu við nýggju Móðurmálsorðabókini - eisini tí lýsingarnar og dømini, sum fólk góvu, ofta vóru ógvuliga beinrakin. Úrslitið av sendingunum var, at heili 12.000 orð og merkingar komu afturat, sum ongantíð fyrr høvdu verið skrivað upp nakrastaðni, sigur Anfinnur Johansen.
Sum dømi nevnir hann, at vit í daga hava heili 60 uppskrivað orð fyri kalva. Annars er sum heild talan um orð frá øllum lívsins viðurskiftum, líka frá fjallgongu og útróðri til seyðarøkt og vanligt gerandislív.
Annfinnur Johansen dylur ikki yvir, at tað hevur tikið drúgva tíð at savna tilfarið frá orðabókarsendingunum til hesa bókaútgávuna.
- Talan var jú um 198 sendingar, sum hvør vardi ein hálvan tíma, tað vil siga tað sama sum fýra samdøgur av orða- og merkingarpráti. Jóhan Hendrik W. Poulsen hevði smáar kladdur til hvørja sending, sum sjálvsagt hava gjørt hetta arbeiðið lættari, men tað hevur verið sera tíðarkrevjandi at skriva tær inn, sigur Anfinnur Johansen.
Nýggja Orðabókin telur ikki færri enn 630.000 orð og heili 1000 blaðsíður. Harumframt verður ein kvøðulisti prentaður fremst í bókini, har fólk kunnu fáa sítt navn við og á tann hátt vera við til at heiðra Jóhan Hendriki W. Poulsen á 75. ára føðingardegnum og ogna sær bókina fyri serprís.
Fjaldir orðagripir
Í skrivi frá forlagnum Sprotanum í sambandi við útgávuna verður víst á, at vit hava altíð átt tey fólk, sum hava havt yndi av at sita undir og lofta tí, tey hava hoyrt av góðum og nýtum orðum. Tann fyrsti var Jens Vhr. Svabo, sum fyri stívliga tveimum øldum síðan fekk tað hepna hugskot at skriva upp orð til føroyska orðabók, sum hann hevði í hyggju at gera. Tey, sum kanska minnast orðabókarsendingarnar, munnu eisini minnast, at tað í mongum sendingum vóru tikin fram orð frá Svabo at spyrja um. Ofta vóru hetta orð, sum eingin eftir hansara dag hevði loftað av manna munni, og ikki so sjáldan svaraðu fólk aftur, at hetta enn var væl kent orð í teirri ella teirri bygdini.
Men eisini mong, mong onnur hava verið við í mikla savningararbeiðinum ígjøgnum árini, og tann ansur, sum fólk kring alt landið sýndu hesum innsavningararbeiði, hevur havt alstóran týdning. Ásannast má, at tað er merkisvert, at tað framvegis skuldu vera nógv av føroyskum upprunaorðum á mannatungu, sum enn ikki vóru uppskrivað.
Minnisvarði
Úr at kalla hvørji bygd í Føroyum vóru tað fólk, enntá fleiri, sum skrivaðu til Orðabókina øll tey árini, hon var send. Fleiri teirra eru ikki millum okkum longur, men við eini tílíkari útgávu kunnu vit reisa teimum og øllum, sum hava sent Orðabókini tilfar, ein minnisvarða.
Eyðkent fyri meginpartin av hesum heimildarfólkum er, at tey hava lítlan skúlagang, men við teirri ómetaligu vitan um dagsins viðurskifti bæði á sjógvi og landi hava tey verið við til at bjarga nógvum av tí siðsøguliga mentanararvi, ið tey numu av forfedrum sínum. Við at fáa alt hetta tilfar á prent kunnu bæði eldri og komandi ættarlið fáa lut í allari hesari vitan um mentanar- og siðsøgu okkara gjøgnum øldir, og Sprotin vil við hesi útgávu eisini heiðra Jóhan Hendrik W. Poulsen, sum legði allar sendingarnar til rættis, á 75 ára føðingardegi hansara.
Fakta
Send eina heilsan
Tey, ið hava hug at ogna sær bókina og koma á kvøðulistan til Jóhan Hendrik W. Poulsen skulu í seinasta lagi 15.05.2009 gjalda 400 krónur á konto í Eik, kontonummar 9181-144 626 8 við upplýsingum um navn og bústað ella fara inn á heimasíðu Sprotans.