Heilsan til Signar á Brúnni

Heilsan frá Frits Johannesen til barndómsvinin Signar á Brúnni á hansara seinasta starvsdegi

Til Signar  eitt kosmiskt, pedagogiskt minni av Bakkanum fyri fimmti árum síðani.
lag: Jeg vil male dagen blå

1.  Bólsteinur var okkar´ verð ,
eins og var tað sum í gjár.
Lógu har á rundum steini,
droymdu okkum burt í heimi,
seinan dag eg hetta gloymi,
eins og var tað sum í gjár.

2.  Bólsteinur var okkar´ verð,
eins og var tað sum í gjár,
fór av stað alt sum í streymi,
eins og var tað bert í dreymi,
goymi alt í einum geymi ,
eins og var tað sum í gjár.

3.  Bólsteinur var okkar verð,
eins og var tað sum í gjár.
Spældu kring  á hesum kletti,
kom av Borgini tað petti,
sum tú djúpt í hugan setti,
eins og var tað sum í gjár.

4.  Bólsteinur var okkar´ verð,
eins og var tað sum í gjár.
Fór´ av stað so mangar stundir
hvønn ein dag í barnalundir,
barnahugur búði undir,
eins og  var tað sum í gjár.

5.  Bólsteinur var okkar´ verð,
eins og var tað sum í gjár.
Gingu ár so mong á baki,
steinin eg í hugan taki,
tá ið nætur langar vaki,
eins og var tað sum í gjár.

6.  Bólsteinur var okkar´ verð,
eins og var tað sum í gjár.
Mong ár eru undan farin,
barnaverðin var sum varðin,
vísti vegin til hvønn dagin,
Eins og var tað sum í gjár.

7.  Bólsteinur var okkar´ verð,
eins og var tað sum í gjár.
Inn í steinin verur mangar,
vættrar smáar, hulduótangar,
hetta nú í huga prangar,
eins og var tað sum í gjár.

8.  Bólsteinur er okkar´ verð,
júst tann  sami sum í gjár,
livir allur hesin steinur,
enn hann er ein dreymur reinur
okkar´ ævintýraheimur,
júst tann sami sum í gjár.

Frits