Hans Biskopstø
valevni hjá Fólkaflokkinum
Frá aldagamlari tíð vita menn um, at tey mineralir, sum finnast í sjógvi, eru lekjandi.
Fyrr var eisini vanligt at nýta sjógv í heimaráðum til at lekja sjúkur av ymiskum slagi, so sum giktsjúkur, húðsjúkur o.a.
Gomlu rómverjarnir brúktu ? og Miðalhavslondini brúka tann dag í dag ? baðstovu við heitum sjógvi til at bøta um heilsuna.
At økið inni á Sundi er áhugavert, kemst av, at har liggur motorverkið hjá S.E.V. Og um tað tekniskt og økonomiskt letur seg gera at nýta spill- ella avlopshitan frá verkinum til upphiting av baði við heitum streymasjógvi og gosbaði, so eru karmar skaptir fyri eini heilsubótarmiðstøð, sum antin kann leggjast inni á Sundi ella beint hinumegin fjørðin á Kaldbakslandinum.
Hetta er eitt stórmál, sum hugskotsstillarar og MBF arbeiða víðari við.
Býráðið og S.E.V. halda málið vera áhugavert og stuðla, at framhaldandi kanningar verða gjørdar. Her er talan um skilagóða nýtslu av spillorku til heilsubøtandi endamál.
Fólkaflokkurin stuðlar hesum tiltaki.