Leygardagin var Skálin í Klaksvík at kalla ov lítil, tí so nógvur áhugi var fyri heilsutiltakinum. Landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Hans Pauli Strøm, setti stevnuna, sum var skipað sum ein kafe. Hann hevði nógv rósandi orð at bera Torratiltakinum sum heild. Hann helt fyri, at Klaksvík gongur undan á nógvum økjum – eisini innan heilsu. Her vísti hann til serliga roykiátakið, sum skúlarnar standa fyri, Treysti og so heilsukafeina sum eitt av mongu skilagóðu tiltøkunum í Torraskránni.
Hann var so fegin, at hann skeyt upp, at býurin væl kundi verða róptur ein Heilsu-bý.
- Hesum kunnu vit bert taka undir við og lofta, og gera enn meir við, siga tey frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi og fyrireikararnir av Torradøgunum, sum annað árið rað hava havt heilsukafeina á skránni í sambandi við Torradagarnar.
Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar Kommunu, sigur, at røðin at sleppa til tær ymiski kanningarnar: blóðtýst, blóðsukur, kondi, vekt, lungaorku og mikið meira tók ongan enda frá byrjan til enda.
- Men tíðin tóktist ikki long, tí hópin av sunnum og góðum grønmeti og frukt var at fáa, og prátið gekk so lystiliga, sigur hann. Og leggur afturat, at mitt í meldrinum, stóð "sunnheitsappostulin" Korosh og mól eina blanding úr frukt, sum hann kallaði: Heilsugranat.
- Jú, heilsukafein var ein ordilig succes og verður uttan iva á breddanum til næstu Torraskránna.
--
Myndatekstur:
Listamaðurin Edward Fuglø setti ftukt- og grønmetisborðið vakurt og prýiðligt upp. Hann sigst hava blaðað í gomlum bókum, fyri at vita hvussu teir gomlu rómverjarnir borðreiddu slíkt.
Myndatekstur:
Blóðroynd verður tikin av Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í almenna- og heilsumálum