Heilsugranskingar-eindin byrjar høgt uppi

Nýggja Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum fer at byggja á arbeiðið, ið hevur verið á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Støðið er høgt frá byrjan og fer at mennast uppaftur meira, nú øll heilsugransking verður savnað á einum staði. Tað heldur Maria Skaalum Petersen, sum er sett sum leiðari á Heilsugranskingareindini.

Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum skal halda til á Landssjúkrahúsinum. (Mynd: lv.fo)

Maria Skaalum Petersen sær stórar møguleikar í nýggju Heilsugranskingareindini undir Sjúkrahúsverkinum, sum hon júst er sett sum leiðari fyri.

 

- Við at savna heilsugranskingina á einum staði kunnu vit fáa eitt granskingarumhvørvi, har granskarar hava møguleika fyri at deila vitan og royndir og á tann hátt fáa sínámillum samvirkan.

 

- Tað verður lættari hjá nýggjum granskaraspírum at koma í gongd, tá tey hava eitt stað at fara til at fáa ráðgeving og sparring. Eisini meira royndir granskarar fáa betri møguleikar at sparra og fáa góð hugskot sigur hon.

 

Heimleys gransking

 

Maria Skaalum Petersen tók við starvinum sum leiðari fyri nýskipaðu Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum 1. juli í ár.

 

Heilsugranskingareindin undir Sjúkrahúsverkinum er skipað í sambandi við, at eitt nýtt Fólkaheilsustýri er sett á stovn. Ílegusavnið, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fólkaheilsuráðið vórðu 1. januar í ár formliga skipað í Fólkaheilsustýrið, sum er sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum.

 

Fólkaheilsustýrið skal millum annað veita ráðgeving í heilsu- og samfelagsviðurskiftum, upplýsa um fólkaheilsu og umsita heilsuskráir

 

- Tað var ein politisk avgerð, at granskingin ikki skuldi vera partur av Fólkaheilsustýrinum. Gundgevingin var, at stýrið skuldi vera ein myndugleikastovnur burturav. Granskingin á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og á hinum stovnumum varð tí heimleys, og tað var orsøkin til, at avgjørt varð at savna heilsugranskinginina í eina eind í Sjúkrahúsverkinum, sigur Maria Skaalum Petersen.

 

Mugu hyggja frameftir

 

Maria Skaalum Petersen hevur drúgvar royndir sum heilsugranskari. Hon hevur í nógv ár starvast sum granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum Pál Weihe, yvirlækni og professari, hevur staðið á odda fyri. Seinastu árini hevur hon eisini verið granskingarleiðari á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum og leiðari fyri Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking, ið hevur verið ein samstarvsorganisatión millum Fróðskaparsetrið, Landssjúkrahúsið, Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Ílegusavnið.

 

- Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum er onkursvegna eitt framhald av granskingarpartinum hjá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Hendan deildin hevur verið til í 30 ár og hevur virkað sera væl. Vit hava fingið nógv av skafti og sett nógv nýggj fólk við. Nú skulu vit so skifta navn og bygnað, men virksemið fer at halda fram og víðkast og mennast í nýggju Heilsugranskingareindini, sigur Maria Skaalum Petersen.

 

Hóast hon hevur eitt sindur ilt av, at Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu er niðurløgd, so sær hon eisini fyrimunir við at fáa eina størri eind, ið fevnir um alla heilsugransking.

 

- Eingin dámar broytingar, serliga ikki tá alt riggar væl, men nú mugu vit hyggja frameftir og trúgva uppá, at vit kunnu byggja uppá tað, vit hava, so tað verður uppaftur betur í Sjúkrahúsverkinum.

 

- Um vit settu eina Heilsugranskingareind á stovn nú uttan teir førleikar, sum eru á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, so høvdu vit byrjað á berum. Nú byrja vit høgt uppi, og so kann tað bara ganga uppeftir, sigur hon.

 

##med2##

 

Flyta í nýggj hølir

 

Heilsugransking fer eisini fram á fleiri deildum í Sjúkrahúsverkinum. Maria Skaalum Petersen fer sum tað fyrsta nú at fáa yvirlit yvir ta gransking, sum gongur fyri seg annars í Sjúkrahúsverkinum.

 

- Eg ætli mær í næstum at fara út á deplarnar á Landssjúkrahúsinum at fáa eitt yvirlit yvir hvørjar granskingarverkætlanir eru í gongd, kunna um nýggju Heilsugranskingareindina og hoyra, hvørjar hugsanir tey hava um, hvat nýggja Heilsugranskingareindin skal bjóða, sigur hon.

 

Í ætlanini fyri Heilsugranskingareindina stendur, at hon skal vera eitt granskingarumhvørvi, har granskarar hava møguleika fyri at deila vitan og royndir og á tann hátt fáa sínámillum samstarv og samvirkan. Eisini skulu best møguligar umstøður vera til bæði ta praktisku granskingina og tann fyrisitingarliga og umsitingarliga partin av henni.

 

Ætlanin er, at Heilsugranskingareindin skal halda til í bygningum á Eirargarði, sum verða tøkir, tá nýggi H-bygningurin verður tikin í brúk.

 

- Tað er stungið út í kortið, at Heilsugranskingareindin skal vera har, men tað er enn ikki heilt vist. Tað, sum hevur týdning fyri okkum, er, at vit hava nóg mikið av skrivstovum til verandi og komandi granskarar og eisini kanningarhølir, sigur Maria Skaalum Petersen.

 

Til nýggju hølini verða tøk, fer Heilsugranskingareindin at halda til í hølunum í Sigmundargøtu, har Deildin fyri Arbeiðs-og Almannaheilsa hevur verið.

 

Samstarv við Setrið

 

Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking, ið Maria Skaalum Petersen hevur verið leiðari fyri, fevnir nú bert um Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið.

 

- Heilsugransking fer sjálvandi framvegis eisini at vera á Fróðskaparsetrinum, men nýggja Heilsugranskingareindin fer at gera tað møguligt at samstarva uppaftur tættari. Hetta samstarvið verður enn meira týdningarmikið, nú ætlanir eru um at fara undir arbeiðið við at fáa eitt universitetssjúkrahús í Føroyum, sum ætlanir eru um at fara undir.

 

- Tað er longu samstarv millum Setrið og Sjúkrahúsverkið, men eg hugsi, at tað er týdningarmikið at gera eina formliga avtalu við Setrið um samstarv. Tað kann vera, at tað verður Depilin fyri heilsu- og almannagransking, ið verður karmur um samstarvið, men tað kann eisini vera, at tað verður skipað øðrvísi, sigur hon.

 

Heilsugranskingareindin fer eisini at hava tætt samstarv við nýggju Steno Diabetes Miðstøðina hjá Novo Nordisk grunninum, ið heldur til á Landssjúkrahúsinum.

 

Almenn fígging

 

Maria Skaalum Petersen vónar, at heilsugranskingin við tíðini fær betri fíggjarlig kor, tá nýggja Heilsugranskingareindin fer at virka.

 

- Øll heilsugransking á Deildini fyri Arbeiðs-og Almannaheislu hevur higartil verið inntøkufíggjað, men kanska er hetta vegurin til at fáa heilsugransking á fíggjarlógina. Onnur gransking, til dømis havgransking, fær almenna fígging, men tað fær heilsugransking ikki.

 

- Higartil er fígging bert sett av til mítt starv og eitt fólk afturat í Heilsugranskingareindini. Granskingarstarvsfólkini, sum starvaðust á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og nú starvast í Heilsugranskingareindini, eru øll fíggjað av granskingarjáttanum.

 

- Um vit skulu fáa eitt universitetssjúkrahús í Føroyum, krevur tað somuleiðis, at fígging er til gransking onkursvegna, sigur Maria Skaalum Petersen.

 

Heilsugranskarar kunnu søkja um stuðul til granskingarverkætlanir frá Granskingarráðnum á jøvnum føti við allar aðrar granskarar.

 

- Tað skulu nógv meira pengar til, um vit skulu gera okkum vónir um at menna heilsugranskingina. Granskingarráðið fær 7,5 miljónir kr. á fíggjarlógini, sum skulu býtast út til øll granskingarøkir. Fyri nøkrum árum síðani fingu vit stuðul úr Sjúkrakassagrunninum til heilsugransking, sum gjørdi, at heilsugranskingin blómaði, men tann møguleikin er ikki til longur.

 

– Í dag verður høvuðsparturin av heilsugranskingini fíggjað við útlendskum, pengum. Tað er fínt, at vit kunnu fáa útlendska fígging, men ein grundjáttan til heilsugransking og meiri stuðul til verkætlanir úr Føroyum høvdu eisini gjørt tað nógv lættari at útvega fígging uttanífrá, sigur Maria Skaalum Petersen.

 

Strategi fyri heilsugransking

 

Heilsugranskingin í Føroyum hevur verið í stórari menning seinastu árini.

 

- Støðið á heilsugranskingini í Føroyum er rættiliga høgt, men fyri at halda fram á høgum støði, hevur tað týdning at seta fólk við og at fáa betri møguleikar fyri fígging til verkætlanir. Tað eru nógv, sum ynskja at granska, men ikki fáa fígging til tað, sigur Maria Skaalum Petersen.

 

Ein av uppgávunum hjá Heilsugranskingareindini verður at gera eina strategi fyri heilsugransking í Sjúkrahúsverkinum.

 

- Vit skulu gera eina ætlan fyri, hvønn veg vit skulu fara, saman við viðkomandi pørtum í Sjúkrahúsverkinum. Vit skulu seta okkum nøkur mál fyri granskingini, og eg ímyndi mær, at vit skulu hava onkur fokusøkir.

 

- Vit mugu sjálvandi byggja á tað, ið vit longu gera. Vit kunnu ikki brádliga fara burtur frá teimum økjum, sum vit granska í nú, men møguliga skulu vit leggja størri dent á kliniska gransking ella okkurt annað. Tað, sum vit gera, skal vera gagnligt fyri føroyska samfelagið, men fyri at fáa fígging uttanífrá krevst eisini, at tað er nýhugsandi og hevur altjóða áhuga.

 

- Vit mugu finna onkur økir, har vit hava hava serliga fortreytir, til dømis landafrøðiliga ella arvafrøðiliga. Men pláss má sjálvandi eisini vera fyri tí fríu granskingini, ið fellur uttanfyri fokusøkini, sigur Maria Skaalum Petersen.

 

Grein úr Vísindavøku í Sosialinum 8. september 2023

 

##med3##

 

Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum skal halda til á Landssjúkrahúsinum. (Mynd: lv.fo)

Maria Skaalum Petersen er leiðari á nýggju Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum