Heilsuhjálparafelag Føroya 30 ár

Í sambandi við 30 ára stovningardagin hjá Heilsuhjálparafelag Føroya tann 26 mai, var opið hús í hølum felagsins í Fr. Petersensgøtu í Havn týsdagin.

Heilsuhjálparafelag Føroya er eitt felag fyri heimahjálparar, heilsuhjálparar og stuðlar. Endamál felagsins er m.a. at virka fyri fakligu áhugamálum limanna, fyri menning og samanhaldi í felagnum og fyri at lønar- og starvsviðurskifti limanna eru trygg og góð. Í nevndini hjá Heilsuhjálparafelagnum eru sjey limir umframt tiltakslimir.


Í samband við ársaðalfundin hjá felagnum 18. apríl á Hotel Føroyum, var skipað fyri veitslu fyri limun og innboðnum, umleið 160 fólk vóru við til veitsluna, sum var sera væl eydnað.


Nevndin í Heilsuhjálparafelag Føroya: Hanna West, Hvalba, kassameistari, Gurli Svartá, Saksun, næstforkvinna, Marjun Jensen, Tórshavn, nevndarlimur, Malan Ò. Olsen, Norðragøta, skrivari, Àsa Holm, Porkeri, forkvinna, Joan Eileen Jóanesardóttir, Strendur, nevndarlimur, Hanna Sørensen, Húsavík, eykalimur, og Jacobina Niclassen, Hvannasund, nevndarlimur