Heilsuhjálparar gjørt avtalu við Betri Pensjón

Á ársaðalfundi hjá Heilsuhjálparafelag Føroya, ið var hildin á Hotel Hafnia í gjár, varð kunngjørt, at Heilsuhjálparafelag Føroya fríggjadagin undirskrivaði eftirlønaravtalu við Betri pensjón.

Orsøkin til at Heilsuhjálparafelag Føroya valdi Betri pensjón fram um Lív var, at Heilsuhjálparafelag Føroya ikki fekk eina eins góða eftirlønaravtalu, sum onnur fakfeløg innan heilsuøkið hava fingið við Lív.

Ása Holm, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, greiddi frá eftirlønaravtaluni sum felagið hevur undirskrivað við Betri Pensjón.

Á aðalfundinum var eisini nevndarval á skránno, og stóðu tveir nevndarlimir fyri vali, teir vóru Marjun Jensen, Tórshavn, og Joan Eilin Johansdóttir, Strendur. Eingin bjóðaði teimum av, so tær vóru afturvaldar, og halda báðar fram í nevndini næstu tvey árini.

Sum tiltakslimir vórðu valdar:Jonna Petersen, Klaksvík, og Bergitta Hansen.

Nevndin skipar seg sjálv, fyrst í komandi viku.