- Avgerðin um, hvar heilsudeplarnir skulu vera, verður tikin í vár. Og tí haldi eg tað sjálvandi vera skilagott at bíða við at byggja læknamiðstøð beint nú.
Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sum er komin í rættuligt klinsj við borgarstjóran í Vestmanna.
Yvirskipaða ætlanin hjá landsstýrismanninum er orðað í heilsunýskipanini, og leggur hon upp til at skipa landið í 5-7 heilsudeplar, ið skulu veita fleiri av teimum tænastum, sum í dag liggja inni á sjúkrahúsunum.
Heilsunýskipanin, sum Karsten Hansen legði fram í november í fjør, skal vera grundarlagið undir tí umskipan av heilsuverkinum, ið sambært landsstýrismanninum skal geva føroyingum betri heilsu fyri somu pengar.
Men yvirskipaða ætlanin kemur tvørt fyri í Vestmanna, har tey í longri tíð hava fyrireikað seg til at byggja eina nýggja læknamiðstøð. Mikukvøldið í síðstu viku skuldi bygdaráðið endaliga samtykkja at bjóða arbeiðið út.
- Jú, alt fyrireikingararbeiðið er liðugt, og klárt er at bjóða arbeiðið út. Eftir ætlan skuldi nýggja læknamiðstøðin vera liðug um ársskiftið, sigur Pauli T. Petersen.
Sambært borgarstjóranum er talan um eina byggiætlan fyri millum fimm og seks milliónir krónur. Í miðstøðini skulu vera høli til lækna, tannlækna og onnur heilsustarvsfólk hjá kommununi.
Ráðini
Men fyribils er øll ætlanin sett á standby. Lokala ætlanin um læknamiðstøð kemur tvørt fyri í yvirskipaðu ætlanini um heilsudeplar.
- Týsdagin fingu vit at vita, at landsstýrismaðurin fyrsta dagin fer at gera av, hvar í landinum heilsudeplar skulu byggjast. Heilsumálaráðið metti tað tí vera skilabest, um vit steðgaðu eitt sindur á við okkara ætlan, sigur Pauli T. Petersen.
Út frá hesi áheitan valdi borgarstjórin at gera sína tulking av støðuni:
- Boðini frá Heilsumálaráðnum í vikuni kunnu illa skiljast øðrvísi enn at eingin av hesum heilsudeplum verður bygdur í Vestmanna, sigur Pauli T. Petersen.
Borgarstjórin leggur tó í sama viðfangi dent á, at talan var ikki um eini boð úr Heilsumálaráðnum, og at kommunan hevur frælsi til at gera, sum henni lystir. Kortini valdi kommunan at taka áheitanina úr landsstýrinum til eftirtektar og fyribils steðga á.
- Talan er um eina stóra íløgu, so vit fáa illa handlað øðrvísi enn at steðga útbjóðingini, nú alt gjørdist púra óvist, sigur Pauli T. Petersen.
Í Heilsumálaráðnum heldur Karsten Hansen fast um síni góðu ráð til kommununa:
- Vit arbeiða við at skipa landið í 5-7 sterkar eindir við hvør sínum heilsudepli. Avgerðin um, hvar deplarnir skulu liggja, verður tikin í vár. Og tí haldi eg tað vera skilagott at bíða við at byggja, til tann avgerðin er tikin, sigur Karsten Hansen.
Landsstýrismaðurin vil ikki hava sitandi á sær, at hann steðgar nakrari ætlan um at byggja læknamiðstøð í Vestmanna.
- Tann avgerðin liggur sjálvandi hjá Vestmanna Kommunu, sigur Karsten Hansen og endurtekur argumentið um tað skilagóða í at bíða eftir avgerðini um heilsudeplarnar.
Samstarv
Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur seg longu hava tosað við fleiri kommunur, og hann sigur seg somuleiðis vera fúsan at tosa við Vestmanna Kommunu.
- Eitt høvuðsendamál við heilsudeplunum er samstarv. Samstarv millum kommunurnar, og samstarv millum læknar og heilsustarvsfólk annars. Vit skulu skapa nakrar góðar og sterkar eindir, har tað eisini er attraktivt at arbeiða, sigur Karsten Hansen og minnir á, hvussu trupult tað nógvastaðni er at manna verandi kommunulæknastørv.
Karsten Hansen ásannar, at avgerðin um hvar heilsudeplarnir skulu liggja, í síðsta enda liggur suverent hjá landsstýrismanninum í heilsumálum.
- Men eg fari so at leggja meg eftir, at hetta skal gerast í góðum samstavi við kommunurnar, sigur Karsten Hansen.
Í Vestmanna er borgarstjórin hinvegin farin at óttast, at avleiðingin av heilsunýskipanini hjá Karsten Hansen sum frálíður verður, at bygdin missir sín lækna. Pauli T. Petersen vísir á, at verandi umstøður hjá kommunulæknanum í bygdini eru ikki nøktandi, og endamálið við at byggja nýggja læknamiðstøð eru sjálvsagt at bøta um hesar umstøður.
- Men verður avgerð tikin um at heilsudeplarnir skulu vera aðrastaðni enn her í Vestmanna, so beri eg ótta fyri, at vit sum frálíður fara at missa okkara kommunulækna í bygdini, sigur Pauli T. Petersen og leggur afturat, at eftir hansara tykki er avgjørt grundarlag fyri einum kommunulækna í økinum, ið fevnir um bæði Vestmanna og Kvívik.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum vil enn ikki seta staðarnøvn á, hvar heilsudeplarnir koma at vera. Avgerðin verður ikki tikin fyrr enn í vár, og tí vil Karsten Hansen heldur ikki útihýsa nakrari kommunu frammanundan. Heldur ikki Vestmanna.
- Nei, í princippinum kann ein heilsudepil eisini liggja í Vestmanna. Men enn hava vit ikki tikið avgerð um, hvar deplarnir skulu vera. Og tí er tað, at eg haldi tað vera rættast hjá Vestmanna Kommunu at lata vera við at fara út í eitt byggjarí, sum kanska kemur at síggja heilt øðrvísi út um nakrar mánaðir. Tað er so bara mín meining um málið, sigur Karsten Hansen.
FAKTA:
Í november í fjør legði Karsten Hansen fram eina heilsunýskipan. Har skrivar landsstýrismaðurin í heilsumálum millum annað soleiðis:
”Mi?n a?skoðan er, at vit eiga at skipa landið i? einar 5-7 sterkar eindir við hvør si?num heilsudepli. A? heilsudeplunum skulu allar tær kanningar og viðgerðir, sum kunnu fara fram uttanfyri sju?krahu?sini, fara fram. A? heilsudeplunum fer dentur at verða lagdur a? at veita og menna heilsufremjandi og sju?kufyribyrgjandi tilboð, kanningar, veitingar og ra?ðgeving til borgaran. Ein sto?rur partur av heilsuveitingunum til borgarar við varandi sju?kum og eldri skal fara fram i? heilsudeplunum.”