HUXA
-----
HUXA meinar, at Sjúkrahúsverkið er alt ov vánaligt og veitir ikki tíðarhóskandi tænastur við tí dygd, sum borgarin setur sum minstamark í dag. Sjúkrahúsverkið virkar sum eitt monopol, ið ikki er útsett fyri kapping, og tískil verður tørvurin hjá fólkinum ikki nøktaður. Sjúklingurin kann ikki sjálvur velja hvørja viðgerð, hann vil hava, og hvar hann vil hava hana. Bíðitíðin at fáa viðgerð er alt ov long, og tískil hevur sjúklingurin ikki nøktandi viðgerðatrygd. Tí mælir HUXA til, at sjúkrahúsverkið og kommunulæknaskipanin verða privatiserað við tí fyri eygað, at sjúkrahúsið og kommunulæknarnar verða útsett fyri kapping, so viðgerðar- og tænastugóðskan gerst betur. HUXA meinar tó ikki, at sjúkrahúsverkið og kommunulæknaskipanin skulu skipast eftir amerikanskum leisti, og tessvegna skal sjúkrakassaskipanin virka á sama hátt sum áður. HUXA ynskir, at pengarnir skulu fylgja sjúklinginum og ikki viðgerðarstovnunum.
Sum nú er fáa sjúklingar fráboðan saman við sjúkrameldingini, at teir ikki fáa arbeitt innan ávís øki. Fyri at skapa bestu fyritreytir hjá øllum at arbeiða, eigur læknin heldur at siga frá, hvat sjúklingurin fær arbeitt við, so hann best møguligt kann aktiverast á arbeiðsmarknaðinum.
Við hesum mælir HUXA til, at
Upplýsing skal raðfestast høgt
Lógarásett mørk skulu setast fyri bíðitíð til viðgerðir á sjúkrahúsinum. Sjúklingurin skal tryggjast viðgerð innan rímiligt tíðarskeið. Um hetta ikki er møguligt, skal sjúklingurin kunna fáa viðgerð aðrastaðni innan fyri omanfyristandandi mørk.
Sjúkrahúsið skal flytast frá tí almenna, so tænasturnar og viðgerðirnar til sjúklingin mennast í sunnari kapping.
Kommunallæknaskipanin skal privatiserast.
Sjúkratryggingin skal styrkjast og tillagast privatum sjúkrahúsum og kommulæknaskipanum.
Útbúgvingarpolitikkur
Tað er hugsanin hjá HUXA, at útbúgving er hornasteinurin í føroyska samfelagnum.
Vit meta, at størsta menningin í einum samfelagi liggur í menningini av tí einstøku menniskjuni.
Vit meta tí, at tað er sera týdningarmikið, at eingin búskaparlig forðing skal vera fyri at nema sær eina útbúgving og ta útbúgvingina, einum hevur hug og tørv á. Lestrarlønin í dag er nógv ov lág bæði hjá heima- og útibúgvandi. Tað er nærum ógjørligt at gjalda fyri bæði dagligar útreiðslur og skúlaútreiðslurnar bara við lestrarstuðulinum.
Skúlaskipanin virkar í dag meira ella minni sum ein top-down skipan. Hon verður stýrd frá toppinum meira ella minni uttan ávirkan frá næmingum og foreldrum teirra. Vit meta, at tað stórliga er neyðugt, at næmingar og foreldur at teimum fáa størri ávirkan á sínar egnu umstøður.
Samansetinigin av miðnámsskúlaútbúgvingunum í dag er ómetaliga einstátta og smøl. Modernaða samfelagið hevur brúk fyri fólki við serfrøðiligari vitan heldur enn fjølbroyttari, og hesum hóska føroysku miðnámsskúlaútbúgvingarnar ikki til. Tí meta vit, at tað er týdningamikið, at næmingar fáa størri ávirkan á samansetingini av teirra miðnámsskúlaútbúgving – eisini tvørtur um skúlarnar, soleiðis at eitt nú ein studentaskúlanæmingur fær tikið handilsligar lærugreinar.
Lærarar virka í dag ómetaliga einsamallir. Teir starvast einsamallir í afturlatnari skúlastovu uttan møguleika fyri fakligari respons av arbeiðnum. Orsakað av hesum gerst teimum lætt at sleppa sær undan at menna og modernisera sínar arbeiðshættir, ið er stórliga týdningarmikið fyri næmingin, ið skal víðari út útbúgvar- og arbeiðslívið, har menningin og modernisering er í hásæti. Tí meta vit, at tað er týdningarmikið, at lærarar verða eftirmettir, so vit kunne senda okkara næmingar víðari út í lívið við bestu og mest framkomnu førleikunum, vit kunna.
Somuleiðis fyri at eggja og menna næmingin, er tað okkara hugsan, at teir skulu verða eftirmettir longu frá 1. fyrsta skúlaári. Tað er týdningarmikið at staðfesta støðið á næminginum, so best ber til at bøta um teir trupulleikar, ið kunnu vera. Sostatt ber til at eggja og menna teir góðar, ið eru. Hetta gevur samstundis næminginum ein úrslitsbaseraðan hugburð, ið ímyndar restina av samfelagnum.
Fyri at geva fólkaskúlanæmingunum bestan lærdóm, meta vit, at næmingatalið per lærara ikki skal fara upp um 15. Hetta ger, at lærarin hevur betri sømdir at læra og menna einstaka næmingin.
Almennu veitingarnar skulu vera so tætt borgarunum, sum gjørligt, og tískil skulu fólkaskúlarnir gerast kommunal ábyrgd.
Tískil meta vit, at:
Lestrarlønin skal hækkast til kr. 4500,- fyri øll miðnámslesandi
Næmingar / Foreldur størri ávirkan á skúlaskipanina.
Eftirmeting av lærarum er neyðug.
Eingin fíggjarlig forðing skal vera fyri at nema sær útbúgving.
Næmingurin skal mest møguligt samanseta sína egnu miðnámsskúlaútbúgving.
Í fólkaskúlanum skal talið á næmingum pr lærara ikki fara upp um 15.
Royndir og støðumet skulu vera í fólkskúlanum frá 1. flokki.
Pengarnir skulu fylgja næminginum og ikki stovninum – hetta fyri at stuðla upp undir privatskúlum.
Fólkaskúlarnir gerast kommunal ábyrgd.