Útbúgvingin hjá heilsurøktarunum verður ikki nógv vird, heldur Almanna- og heilsurøktarafelagið, sum 16. mai skipar fyri almennum fundi í Miðlahúsinum í Havn Fyri hálvum triðja ári síðani vóru fyrstu heilsurøktararnir útbúnir á Heilsuskúla Føroya, men tað er framvegis so sum so við viðurkenningini av útbúgvingi.
Tí skipar Almanna- og heilsurøktarafelagið fyri almennum fundi um m.a. arbeiðsøki og arbeiðsmøguleikar hjá heilsurøktarum. Fundurin verður í Miðlahusinum í Havn mámnakvøldið 16. mai kl. 19.
Við pallborðið fara at sita Mary í Garði, stjóri í Nærverki, Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í útbúgvingarmálum og Naina Túgvustein, varastjóri á Landssjúkrahúsinum. Orðstýrari verður Rigmor Dam.
Majbritt Mohr, forkvinna í felagnum sigur, at heilsurøktararnir als ikki fáa atgongd til øll tey størv, útbúgving teirra er skræddaraseymað til, eitt nú gongur illa hjá teimum at fáa arbeiði á sjúkrahúsunum.
Ein annar stórur trupulleiki er, at autorisatiónin til heilsurøktarar enn ikki er fingin upp á pláss. Autorisatión hevur týdning, tí hon tryggjar, at borgararnar kunnu vera vísir í, at teir fáa røkt og viðgerð frá einum heilsustarvsfólki við ávísum fakligum førleikum.
At peningur til vegleiðing ikki fylgir við heilsurøktarunum, tá ið teir skulu í praktikk, er somuleiðis ein trupulleiki. Tað fáa aðrir fakbólkar.
- Vit vita um, at okkurt arbeiðspláss hevur noktað at taka heilsurøktaranæming, tí eingin peningur fylgir við, sigur Majbritt Mohr, forkvinna í Almanna- og heilsurøktarafelagnum.