Heilsuverkið skal tættari borgarunum

Arbeiðið at gera eina heilsunýskipan er farið av bakkastokki í Heilsumálaráðnum, sum leggur út við at boðsenda fleiri enn 40 áhugabólkar og fakfeløg á fund.

- Fyri at siga tað einfalt, so snýr nýskipanin seg um fyribyrging, fyribyrging og aftur fyribyrging. Vit skulu vera nógv betri til at fyribyrgja, at fólk gerast sjúk í heila tikið. Tá fólk kortini gerast sjúk, skulu vit við røttu viðgerðini til røttu tíð fyribyrgja, at fólk gerast so illa fyri, at tey noyðast á sjúkrahús. Og í triðja lagi, skulu vit fyribyrgja, at tey, ið verða noydd at fáa viðgerð á sjúkrahúsinum, ikki vera innløgd aftur eftir lidna viðger, sigur Karsten Hansen.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum vísir í tí sambandi á, at neyðugt er at hugsa øðrvísi, eitt nú at flyta summar tænastur úr sjúkrahúsinum út til kommunulæknarnar. Ítøkiliga í sonevnd heilsuhús, ið skulu skipast kring landið.

Karsten Hansen leggur dent á, at heilsunýskipanin skal ikki vera nøkur "forkromað heildarloysn úr Heilsumálaráðnum", sum hann málber seg.

Hann vil tí hava fólk, sum kenna til og arbeiða í heilsuverkinum, til at taka lut í arbeiðnum. Arbeiðið fer í gongd nú, og í september verður aðalorðaskifti í løgtinginum um heilsunýskipanina.

Hoyr samrøðu við landsstýrismannin í heilsumálum her: