Næsta ár skal Heilsuverkið spara 20 milliónir krónur
Og Karsten Hansen, landsstýrismaður, ásannar, at tað fer at tað fer at raka onkustaðni.
Hann sigur, at sparingar í Heilsuverkinum næstu tíðina fara fáa avleiðingar fyri tænastustøðið og harvið sjúklingin, sigur hann.
Men nettupp tí er tað átrokandi at fara undir bygnaðarbroytingar í Heilsuverkinum
Næsta ár er talan um 3,6 milliónir í beinleiðis sparingum. Men harumframt fær Heilsuverkið ikki endurgjald fyri lønarhækkingar, sum væntandi verða 5,45 milliónir næsta ár.
Og Heilsuverkið fær heldur onki endurgjald fyri, at rakstrarútreiðslurnar hækka, tær hækkingarnar vera væntandi einar 12 milliónir krónur av tí at heilivágur, olja og aðrar útreiðslur dýrkað.
Enn er kortini sto?r o?vissa um lønarvøksturin av ti?, at fleiri sa?ttma?lar ikki eru komnir uppa? pla?ss a? heilsuøkinum.
Men tilsamans rindar heilsuverkið 545 milliónir krónur í lønum og hvørja ferð, lønin hækkar 1% svarar tað til, at starvsfo?lkatalið verður lækkað eini 15 a?rsverk.
Karsten Hansen sigur, at av tí at játtanin ikki hækkar, kann tað hava við sær, at starvsfo?lkatalið í heilsuverkinum fer at lækka.
Men ætlanin er í mest møguligan mun, at talan verður um natu?rliga fra?gongd.
Trygdin í hásæti
Landsstýrismaðurin sigur, at arbeitt verður nú við at fáa greiði á, hvussu sparingin skal fremjast, men enn er ikki komin á mál.
- Aðalmálið er sjálvsagt, at trygdin skal vera í hásæti, so sparingar verða ikki settar í gildi í óðum verkum.
Hann nevnir eisini, at tað hevur eydnast á summum økjum at fáa tað at hanga saman, tí í ár hava ongar deildir verið lukkaðar, sum vanligt hevur verið og serviðgerð uttanlands hevur heldur ikki verið avmarkað í ár. Alt seinna hálvár í fjør vórðu bara sjúklingar, sum høvdu bráðneyðuga viðgerð fyri neyðini, sendir av landinum til viðgerð.
- Ein partur av sparingunum verður fa?a betur avtalur um serviðgerð uttanlands, samstundis sum arbeitt verður við at taka viðgerður heim.
- Harumframt verður arbeitt verður fyri, at heilsuverkið skal kunna krevja brúkaragjøld gjøld.
Men hetta eru bara brúkaragjøld fyri heilsuva?ttanir til vinnuna, sum ikki hava beinleiðis við sju?ku og sju?kufyribyrging at gera.
Niður í løn
Karsten Hansen , at tað verður neyðugt at tálma útreiðslunum í Heilsuverkinum.
- Tað ber ikki til bara at pumpa pening í Heilsuverkið uttan at kanna tær skipanir, sum føra til, at tað alsamt dýrkar.
- Øll í Heilsuverkinum er sinnað at gera sítt til at vit fáa meiri fyri minni.
Og Karsten Hansen heldur, at tað ber væl til at rationalisera, tí tað er nógvur peningur í skipanini.
Eitt nú eru samráðingar við læknarnar um nýggjar sáttmálar og har er peningur at spara, sigur Karsten Hansen.
Hann nevnir, at læknavikarar, sum fara av Landssjúkrahúsinum, á sjúkrahúsið í Klaksvík og á Tvøroyri at arbeiða, fáa yvir 70.000 krónur í løn um vikuna.
Hann nevnir eisini, at yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum hava privatar viðtalur, umframt at teir arbeiða fyri føroyska Heilsuverkið.
Einstakir av teimum hava eina inntøku upp á yvir eina millión um árið av sínum privata virksemi, umframt yvirlæknalønina, teir fáa frá heilsuverkinum.
- Her eru pengar at spara og á hesum øki verða munandi broytingar í næstum, staðfestir Karsten Hansen.
Vil hava meiri at vita um sparingar
Nú skal Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, greiða Løgtinginum nágreiniliga frá, hvørjar sparingar skulu gerast á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Tað er greitt, eftir at Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, nú hevur reist málið í Løgtinginum við einum skrivligum fyrispurningi til landsstýrismannin um støðuna á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Í hesum sambandi vil tingkvinnan hava at vita, hvussu nógv útreiðslurnar skulu økjast um so er, at ongar sparingar verða settar í verk, bæði hvat rakstrinum viðvíkur og í sambandi við, at nýggjar og øktar tænastur í Heilsuverkinum, eitt nú í sambandi við eina heildarætlan fyri tey, sum hava sukursjúku, koppseting ímóti krabbameini í lívmóðurhálsinum barna- og ungdómspsykiatri og ætlanina um at stytta bíðilistarnar.
Rigmor Dam vil eisini hava at vita, hvørja meting sjúkrahúsini sjálvi hava av sparingunum og um, hvussu játtanin kann haldast.
Somuleiðis vil tingkvinnan hava at vita, hvussu læknarnir á sjúkrahúsinum sær fyri sær, at tað ber til at spara 15 milliónir á játtanini til serviðgerð uttanlands, uttan at landssjúkrahúsið fær hægri játtan til at taka viðgerðir heim.
Í hesum sambandi vísir tingkvinnan á, at á summum økjum er príshækkingin stór, eitt nú er oljuprísurin hækkaður 9% og ravmagn er hækkað 7% hetta seinasta árið.
- Á matvørum, sum er ein stórur postur í heilsuverkinum, kunnu vit eisini vænta stórar príshækkingar komandi tíðina, væl upp um tey 2,2%, sum prísvøksturin er í løtuni.?