– Heilsuverkið verður normaliserað

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, legði út á tíðindafundinum, og hann gjørdi greitt, at nú fer føroyska heilsuverkið so smátt at lata upp aftur.

Heilsumálaráðharrin segði, at føroyska heilsuverkið skuldi so smátt normaliserast, og at meira  fokus skal nú setast á tey, ið onkursvegna hava avbjóðingar og tørv á heilsuverkinum - altso uttan fyri korona.

– Boðskapurin er, at vit eru á veg móti normaltilstandum, segði Kaj Leo Holm Johannesen.

Kaj Leo Holm Johannesen nýtti eisini høvið at rósa føroyska heilsuverkinum og innsatsinum at basa koronavirus yvirhøvur, og vísti á, at útlendskir miðlar hava sýnt áhuga fyri føroyska arbeiðinum.

Onkur kritikkur hevur veirð mótvegis myndugleikunum, og Kaj Leo Holm Johannesen nevndi, at hann hevði hoyrt, at summi høvdu ilskast inn á summar orðingar, ið politiski myndugleikin hevði brúkt.

Hetta hevði lítið at siga, metti Kaj Leo Holm Johannesen.

– Tað er úrslitið, sum til eina og hvørja tíð telur. Og úrslitið er serstakliga gott, segði Kaj Leo Holm Johannesen.