Tað eru hendingaríkar tíðir. Á so mongum økjum. Vit hava havt løgtingsval og vit hava vár, verkfall og veltingartíð.
Jú, vetur og vár, val og verkfall. Felags er bókstavurin V, og felags er dysturin um vald.
Nakað annað
Ein teirra, ið hevur staðið frammaliga, tá tað hevur snúð seg um mangan dystin á føroyska leikpallinum, tí fakfelagsliga og sanniliga eisini politiska, er Ingeborg Vinther, sum í mong ár hevur verið forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Mangt verkfall hevur hon millum ár og dag staðið á odda fyri. Men í løtuni ger verkfallið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum, at heldur trupult er at ferðast millum oyggjarnar. Tískil sleppur Ingeborg ikki so ofta aftur og fram millum heimbygdina Vág og felagsskrivstovuna í Havn. Men hetta letur ikki til at órógva hana so nógv í løtuni.
Vit eru í lembing. Og tá tygara útsendi í góðveðrinum fyri viku síðani kom framvið hjá Ingeborg og Andru Vinher í Vági, vóru tey ikki einsamøll í túninum.
Har var fólk og fæ.
Okkurt klókt høvd hevur sagt, at í síni frítíð skal ein hava okkurt at taka sær til, ið als einki hevur við arbeiðið og vanliga gerandisdagin at gera. Og tað er júst tað, ið familjan Vinther ger, eins og so mangur annar føroyingur.
Tvær ær, seks lomb
Í túninum er virksemið. Tvey lomb og eisini ein dunna við fleiri ungum.
Blíð heilsa Andru og Ingeborg í túnium. Og tá spurt verður, um tað veruliga er so, at tey hava tvær ær, ið hava fingið trý lomb hvør, so verður hetta váttað.
Men tað merkist, at játtanin er ikki heilt so ramlig, sum væntast kundi.
Jú, tað sjáldsama er hent, at tey hava tvær ær, ið hava trý lomb.
Ella, tað høvdu tey. Henda morgunin er nevniliga tað hent, at tvey av lombunum hjá einu ærini eru deyð. Eitt livir tó eftir, eftir manga góða roynd at hjálpa tí ávegis. Bæði eitt og annað er roynt. Og tað lítla hvíta lambið í túninum, sum stetlar úr kassanum og aftur í kassan, tað hevur sum hús, er nú tað síðsta og einasta, av sínum systkinaflokki.
Men tó er tað sjáldsamt, at hava havt tvær ær, við trimum lombum hvør. Ein onnur hevði tvey lomb. Ein tvílemba, ella tvølba, sum sagt verður í Suðuroynni. Sostatt var talan um tríggjar ær og átta lomb.
Stressa av
Og tað er greitt, at her er nakað, sum upptekur Ingeborg og familjuna. Hetta er ein heilt annar pallur, annar leiklutur, enn fólk flest kenna hana í.
Her er tað ikki fakfelagsleiðarin. Her er tað ein kvinna, ið tekur sær av dunnum, gæs og lombum. Lombum, ið veruliga hava brúk fyri kønum hondum. Og Ingeborg og Andru greiða frá. Og greitt er, at tey vita hvat tey tosa um og fáast við.
Lítla hvíta lambið, sum stetlar í túninum er alskið, nú tað er við at koma fyri seg. Og svarta heimalambið heldur seg ikki aftur.
Handan netið gongur dunnan væl nøgd við sínum mongu ungum. Hon hevur goymt teir so væl undir vøkstri av grasi og bløðum, so vónleyst er at telja teir.
Her er lív og gróður. Longur uppi, nakað oman fyri húsini, gongur hin ærin, ið hevur trý lomb, ið klára seg væl.
Nakað longur niðri gongur hin, sum hevur mist tvey. Hon jarmar, og hvíta lambið svarar so spakligt. Men fara til mammuna kann tað ikki, tí hon er ikki før fyri at taka sær av tí.
Annar leiklutur
Sólin skínur, lív er í garðinum og úti á vegnum steðga fólk at forvitnast og fregnast. Prátið gongur.
Og øll fegnast um, at í hvussu er eitt lamb er eftir, tá tað nú einaferð var so óheppið, at øll trý hjá einu ærini ikki komu fyri seg.
Jú, her hava tey tikið orðini til sín. Ein skal fáast við okkurt heilt annað. Hava ítriv. Okkurt, ið ein tímur at fáast við.
Tá stressar ein av!
Tíð er at takka fyri seg, takka fyri prátið. Og hóast ikki heilt einki varð prátað um politikk og verkfall, so var tað lembingin og djóralívið, landbúnaðurin, ið átti hesa løtuna.
Hesa løtuna, har leiktjaldið ikki var tað, sum flest øll kenna, tá talan er um Ingeborg Vinther. Leiktjaldið var ikki Hotel Hafnia, ikki verkfallsforðingar og verkfallsvaktir. Ikki ein fakfelagsformaður, ið verjir sjónarmið hjá teimum tímaløntu.
Her var leiklutirn ein annar. At verja og hjálpa, nú lembingin er í hæddini, og so mangir vandar lúra hjá teim fýrbeintu, ið síggja dagsins ljós fyri fyrstu ferð.