Heilt nýggjur elbilur frá Toyota 

Ein heilt nýggjur Toyota elbilur er komin á føroyska marknaðin.

 

Talan er um BZ4X, sum er tann fyrsti í røðini av nýggjum elbilum hjá Toyota.

 

Toyota eru seinastu 25 árini kendir fyri sínar hybridbilar, og nú fara teir at koma við einari røð av elbilum.

 

Eins og í øllum øðrum Toyota hevur hesin allar innbygdar trygdarskipanir sum hjálpa bilføraranum undir koyring.

 

Langa aksilfrástøðan, høga fríhæddin og lága tyngdarpunktið eru við til at gera bilin rúmligan við tryggum og stabilum koyrieginleikum.

 

BZ4X er bygdur upp sum elbilur við battarínum í botninum. Eisini er hann væl ljóðdoyvdur, so lítið hoyrist til hjólini undir koyring. 

 

##med2##

 

Bilurin hevur flott design, sum vísir nýggja designstílin hjá Toyota, bæði innan og uttan. 

 

Toyota BZ4X  hevur battaríkapasitet á 71,4 kWh og koyrir 450 km. við einari løðing. Bilurin fæst eisini sum 4x4.

Hjá Reyni Service verður sagt, at øll eru vælkomin at síggja og royna Toyota BZ4X. Bilurin kostar úr kr. 438.850,-

 

##med3##