Ein maður hevur ringt til løgregluna og hevur boðað frá einum heilt sjáldsamum stuldri í Vágum. Hann sigur, at seinastu tíðina eru tríggjar skuffur til ein rennigravara stolnir, har tær lógu á einum stykki hjá honum. Maðurin hevur roynt at leita sjálvur, men hevur einki funnið og nú er so løgreglan farin at kanna málið.
|