Heim til fólk í barndømi er liðugt í Havn

Tað er klárt hjá 12 fólkum at flyta inn. Men hóast tað er søkt eftir leiðara, hevur ongin søkt enn

Tað varð mett at vera eitt veldigt, sosialt framstig, tá ið Kristian Magnussen, undanfarni landsstýrismaður í Almanna- og heilsumálum fyri einum góðum ári síðani gjørdi av stovna eitt heim fyri fólk í barndømi í Havn.

Ætlanin var víst í verki, tí á fíggjarlógini í ár vórðu fýra milliónir settar av til endamálið.

Ætlanin var, at 12 fólk skuldu flyta inn í ár og so 24 aftur næsta ár.

Men nú árið av álvara er farið at halla, er heimið framvegis ikki latið upp.

Men tað er ikki tí, at onki er gjørt.

Tvørturímóti.

Heimið er er liðugt, og tað er klárt hjá teimum fyrstu 12 fólkunum at flyta inn.

Helena Dam á Neystabø,

sum nú er landsstýrismaður, í almanna- og heilsumálum, sigur, at heimið er liðugt og klárt at flyta inn í


Ongin leiðari funnin

Men tá ið ongin framvegis er fluttur inn, kemst tað av, at ongin leiðari er enn funnin til heimið.

­ Tað er nakað síðani, at søkt var eftir deildarsjúkrasystir, sum skuldi vera leiðari fyri heimið.

­ Men enn hevur ongin søkt.

Helena Dam á Neystabø sigur, at nú verður antin lýst eftir leiðara av nýggjum.

­ Ella mugu vit finna onkrar aðrar útvegir fyri at stovnurin kann mannast, og fólk sleppur at flyta inn.


Útbyggjast næsta ár

Landsstýrismaðurin sigur, at ætlanin er avgjørt at halda fram við heiminum og at útbyggja tað í komandi tíðum.

­ Heimið verður útbygt so skjótt, pláss verður fyri tí á Eirargarði.

­ Sum er, húsast nógvir stovnar og deildir á Eirargarði og enn er ongin heildarætlan fyri, hvussu, og hvagar, hesi skulu flytast.

­Heim, sum hetta, eru sera dýr. Tí eru fíggjarligir fyrimunir í at hava størri eindir, tí so so kostar hvørt plássið minni.

Helena Dam á Neystabø sigur, at ætlanin er ikki at seta pengar av á fíggjarlógini fyri komandi ár til fleiri slík heim kring landið.

­ Í fyrstu syftu ætla vit at leggja dent á at útbyggja heimið í Havn heldur enn at byggja fleiri heim kring landið m.a. tí at tey eru rættiliga dýr og at kostnaðurin uppá seg fæst niður, um heimið er størri.