Hann tosaði og skrivaði um eitt frælst føðiland, ikki øll skiltu, nøkur spottaðu og tosaðu aftur um dreymaverð.
Ein dagin, merktur av tonn tíðarinnar, møttust hann og Frelsarin ? og teir gjørdust vinir. Einki varð sum áður, hann dvøldi við føtur Meistarans. Vit sóðu hann á sjónvarpsglugganum á fundi í heri frelsarans og samkomu hvítusunnumanna, hendan blíða, glaða lærusveinin.
Fekst tú orð á hann, á arbeiðsplássi hansara ella á gøtuni, so var tað altíð tað góða orðið, sum fylgdi tær.
Dreymar ella ikki ? í dag eru teir saman, Meistarin og Arnbjørn. Saman í dýrd, sælu og frælsi, sum ikki kann metast við sjálvt fagrastu dreymar hann hevði. Á sæla møti hvørs úrslit helt, tá alt annað svíkti.
Hvussu løtan enn var inni á Sundi, so var hann ikki einsamallur. Jesus var hjá honum við tí friði, sum lyftir av pínu, rekur burtur ótta og stillar sinni. Hvat teir tosaðu um hesa løtu, vita vit ikki enn. Men tað vóru ikki dreymar, men veruleikin, sum møtti Arnbjørni, tá hann á ørmum Frelsarans varð borin heim í dýrdina.
Vit møtast aftur!
Jenis