Heimabrent í Sørvági

Nýtt tónleikastudio er farið undir fløguframleiðslu í Sørvági. Umframt at viðgera innspælda tónleikin verða fløgurnar eisini brendar í Sørvági. Fyrsta fløgan frá BG Studio kemur út í mai

Nýggi fløguframleiðarin i Sørvági nevnist BG Studio. Tað er Bjarni Góðadal, sum eigur útgerðina. Fyrsta fløgan verður við Villmonnum, og hon verður givin út einaferð í mai.
Tað eru ikki stór høli við ljóðtøttum veggjum og stórum glasrútum, sum upptøkumaðurin situr aftanfyri, meðan spælt verður, ið sermerkja nýggja studiið í Sørvági. Tí talan er í grundini bara um ein miksarapult og einar tveir fløgubrennarar. Tað er øll úterðin, ið ger fløgur, sum í ljóðgóðsku og dygd er fult á hædd við tær, tú annars keypir úr fløguhandlunum.
Bjarni Góðadal hevur fingið sær ein nýmótans miksarapult, sum stendur á einum borði i Sørvági, har hann so hevur allan tónleikin hjá villmonnunum liggjandi á harðdiskinum.
Bjarni Góðadal greiðir frá, at hann fer sjálvur at brenna fløgurnar, tá liðugt er at viðgera tónleikin. Fyrr hevur tað verið so, at hetta arbeiðið vanliga hevur verið gjørt í Týsklandi. Men tað bindur ov nógvar pengar, tí tá má alt gerast samstundis, og síðan verður eitt heldur stórt upplag liggjandi á goymslu.
Nú verða bara brendar so mikið nógvar fløgur, sum eftirspurningur er eftir, og tá so uppi er, verður brent av nýggjum.
Tónleikurin er tikin upp í tónleikastovuni í skúlanum á Giljanesi, greiðir Holgar Jacobsen, yvirvillmaður, frá. Saman við Steven Foggin, Finni Joen-Jacobsen, og John Edvini Joensen myndar hann bólkin Villmenn. Tað er sami bólkur, sum fyrr varð nevndur Holgar & Villmenn. Tónleikurin verður lagdur beinleiðis inn á harðdiskin, greiðir Holgar frá. Síðan verður hann viðgjørdur, til teir eru so mikið nøgdir við úrslitið, at teir halda tað vera nóg gott at geva út. Okkurt hurðaklams ella okkurt host tikið burtur úr og soleiðis.
Talan er um ein afløgu við 10 løgum, sum nú er ávegis. Holgar Jacobsen hevur gjørt allar tekstirnar og eisini øll løgini uttan eitt, sum er íslendskt.
Hann sigur, at hann leggur seg eftir, at tekstirnir skulu vera soleiðis, at fólk skilir tað, sum sungið verður. Tað vil í fyrsta lagi siga, at tekstirnir eru føroyskir, og í øðrum lagi, at teir eru so greiðir, at boðskapurin kemur væl fram.
Tónleikurin er eitt sindur fjølbroyttur. Frá reggae til harðan rock. Ein uppgerð við tann tiltikna »vágasoundin«, siga tónleikararnir.
Teir hava lagt seg eftir at vera nakað serligt, siga teir. Gera ikki sangir um vælbjargað fólk og tey, sum eru vanlig. Heldur hesar »skeivu eksistensirnar«, sum teir taka til.
?Snobbar tíma vit ikki at fáast við. Tí snobbar eru bara miseydnaðir originalar.Vit vilja heldur gera sangir um ordiligar originalar, siga teir.
Tekstirnir viðgera fólk við avmarkaðum møguleikum, sigur Holgar og fer yvir til miksarapultin, har hann stillar inn á eina upptøku, hann nevnir »Ein desideraður bumsur.«
Eit fínt lag við teksti, sum til ber at skilja. Aftur kemur skilliga fram, at fløgan er ikki um tey vælbjargaðu í samfelagnum.
Eisini heitið á fløguni er eitt sindur kontroversielt. Hon eitur »Feikleikans ringrás.«
Men tey vælbjargaður og »normalu« kunnu saktans fáa okkurt burtur úr henni kortini, halda teir. Tí hon er fyri øll.