Heimagjørdur jólahugni

Í hesi myrku tíð er hugnaligt at vera innandura. Stytt tær um stundir, við at gera títt egna jólaprýði. Ella gleð onkran við smákøkum, eini jólaligari krukku við heimagjørdum súltutoyi ella einum yvirraskilsi

Uppskriftir: Monika Stauss Joensen
Lagt til rættis: Ella Larsen
Myndir: Álvur Haraldsen og Jens Kristian Vang


Jólakort við kavamanni

- Legg eitt hálvt A4 ark í bláum kartong saman.
- Klipp kava úr hvítum kartongi og líma tað á ovaru helvt á kortinum.
- Klipp eitt granntræ úr myrkagrønum (1) og eitt úr ljósagrønum pappíri (2) og líma tey á.
- Klipp búkin og høvdið á kavamanninum úr hvítum (3 og 4).
- Klipp hattin úr reyðum (5).
- Klipp nøs úr appilsingulum (6).
- Líma kavamannin saman og tekna eygu, munn og knappar á.
- Líma ein av fýrakantunum úr strípuni (7) á kavan, og líma kavamannin á haldaran.
- Pynta við stjørnum, kavaflykrum ella øðrum.

Hjørtu úr bylgjupappi

- Klipp hjørtu úr bylgjupappi í ymiskum støddum og litum
- Pynta við glitri, sloyfum, silvurtráði við stjørnum og øðrum
- Hong hjørtuni upp við silvur- ella gullbandi.


Súltutoyskrukkur

- Tak eitt glas við keyptum appilsinsúltutoyi ella heimagjørdum rabarbusúltutoyi.
- Klipp ein runding av einum jólaligum toystykki, sum er fýra cm størri enn lokið.
- Heft við einum lastikki og pynta við reyðum bandi.


Rabarbusúltutoy

1 kg. av rabarbum
900 g sukur
100 g putursukur
- Kóka spakuliga og leingi til tað er tjúkt
- Smakka møguliga til við vanilju sukri


Smákøkur

100 g margarin
75 g putursukur
75 g sukur
- Blanda væl saman
½ tsk. vaniljusukur
1 spsk. vatn
100 g sjokoláta, skorin í smá stykki
1 knívsodd salt
175 g mjøl
1 tsk. bakipulvur
Valnøtur ella aðrar nøtur, knústar ella hakkaðar
- Elt alt væl saman, skeiða lítlar kúlur á bakipappír
- Baka við 200 stigum í 10 minuttir


Yvirraskilsi

Um tú hevur hug at taka okkurt við, tá tú fert at vitja, og ikki hevur tíð at baka ella stákast leingi, er hetta ein fín loysn.
Tak ein pakka av vøkrum serviettum. Bind eitt jólaligt band um. Hong okkurt jólaligt á sloyfuna, og legg tvey ljós undir bandið.