Fleiri dystir hava verið spældir í ensku Premier League í dag.
Eins og vit skrivaðu fyrr í dag, spældu Manchester City og Chelsea fyrsta dystin í dag, í einum dysti sum Chelsea vann 3-1.
Klokkan 15:00 byrjaðu so hinir dystirnir í Premier League.
Og har gjørdu liðini sum høvdu heimavøll eitt rættuligt hál. Av teimum fimm dystunum sum vóru spældir, vunnu heimaliðini nevniliga allar fimm dystirnar.
Tvey av liðunum sum seinastu tíðina hava havt tað heldur trupult eru Crystal Palace og Sunderland. Tey høvdu bæði heimavøll í dag, har Crystal Palace møtti Southampton, meðan Sunderland spældi ímóti Leicester. Og felags fyri bæði var, at tey vunnu sær týdningarmiklar sigrar. Crystal Palace vann dystin móti Southampton sannførandi 3-0, meðan Sunderland vann ein smalan 2-1 sigur móti meistarunum úr Leicester.
Hjá Tottenham var eingin slingur í valsinum. Teir bankaðu Swansea av á heimavølli við 5-0 sigri. Har kann nevnast at danski Christian Eriksen kom tvær ferðir á máltalvuna, umframt at hann eisini legði upp til okkurt av hinum málunum.
Av hinum dystunum vunnu Stoke og West Bromwich eisini sínar dystir.
Dagsins dystir í Premier League:
Manchester City – Chelsea 1-3
Crystal Palace – Southampton 3-0
Stoke – Burnley 2-0
Sunderland – Leicester 2-1
Tottenham – Swansea 5-0
West Bromwich – Watford 3-1