Í Suðuroy skipa missiónshúsini fyri felags páskastevnu, sum í ár verður hildin í Porkeris skúla. Møtini byrja langafríggjadag, tá ið Krista Magnussen av Nesi, Eysturoy, talar.
Páskaaftan talar Pauli Berthelsen av Strondum, og páskadag talar Elisabeth Leo úr Skopun, skrivar trubodin.fo
Í Havn
Meinigheitshúsið í Havn er eisini karmur um eina páskastevnu. Langafríggjadag er evnið “Tann líðandi Kristus”, og tað er Marjan Nielsen, ið talar. Jórun Pólsdóttir syngur. Páskaaftan er evnið “Tann líðandi kirkjan”, og tá talar Marjan Nielsen aftur, og Ingmar Berg og Jóhanna Lützen syngja.
Páskadag er evnið “Tann sigrandi Kristus”. Tá talar Jákup Justinussen, og Blátt gras syngur og spælir. Annan páskadag talar Heri Kjærbo um evnið “Tann sigrandi kirkjan”, og Elsa Maria Dam spælir tónleik.
Á eystari armi á Skálafjørðinum
Eisini á eystara armi á Skálafirðinum verður felags páskastevna undir heitinum “Tað er fullgjørt!”. Missiónshúsini á Glyvrum, á Toftum og í Rituvík og bønhúsið í Søldarfirði skipa fyri. Lagt verður fyri langafríggjadag í Glyvra missiónshúsi, har Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, talar, og Manskórið í Rituvík syngur. Sama kvøld verður ungdómsmøti á Glyvrum við Andriasi Magnussen, aðalskrivara.
Páskadag verður møti í Tabor á Toftum. Mariann D. Poulsen talar, og Streingjakórið á Glyvrum syngur. Annan páskadag verður møti í Rituvíkar kirkju. Jógvan Højgaard, trúboðari, talar, og Streingjakórið á Toftum syngur.
Í Gøtu og Leirvík
Í Gøtu og Leirvík skipa missiónsarbeiðini somuleiðis fyri felags páskastevnu. Møtini um skírishalguna verða í kirkjukjallaranum í Gøtu, og páskadagarnar verða tey í Leirvíkar missiónshúsi.
Skírisdag og langafríggjadag tala Hilda Viderø og Jóhannes Johannesen úr Klaksvík.
Fyrra dagin syngja Oddmar og Sonny, og seinna dagin Bethaniakórið.
Páskadag í Leirvík talar Torleif Johannesen av Nesi, og menn úr KFUM&K í Klaksvík syngja. Annan páskadag talar Kristian á Reynatrøð, og kórið Vón syngur.
Páskamáltíð
Í Klaksvík eru møtir í KFUM&K og í Emmaus.
Millum annað verður ein messiansk jødisk páskamáltíð hildin í missiónshúsinum Emmaus í kvøld. Hetta er ein máltíð, sum líkist tí máltíð, sum Jesus át saman við lærusveinunum, áðrenn hann varð tikin, dømdur og krossfestur.
Umframt hesar páskastevnur og serlig tiltøk eru sum vanligt møti í missións- og meinigheitshúsum um landið halgidagarnar, skrivar trubodin.fo.