“Saman um tað størsta” er heitið á Ársmøtinum.
Byrjað verður hóskvøldið 7. mai við ungdómstiltaki í Ítróttarhøllini.
Seinnapartin fríggjadagin 8. mai, sum er dýri biðidagur, verður familjudagur á Hálsi við ymiskum undirhaldi fyri børn – uttandura um viðrar. Tiltakið varar frá kl. 14 til 16. Aftaná verður familjumøti inni í høllini.
Um kvøldið kl. 19.30 verður stórmøti í Ítróttarhøllini, har Bergur D. Joensen talar um evnið "Tey hildu saman".
Leygarmorgunin verða tríggir ársfundir samstundis í Meinigheitshúsinum, har missiónsarbeiðið í dag á ymiskum hátt verður viðgjørt út frá heitinum á ársmøtinum.
Seinnapartin verða ársfrágreiðingar frá formanninum og fíggjarleiðaranum, umframt orðaskifti um arbeiðið. Hetta fer alt fram í Meinigheitshúsinum.
Leygarkvøldið kl. 19.30 verður stórmøti í Ítróttarhøllini har Øssur Kjølbro talar um evnið "Saman um Kristus".
Sunnudagin kl. 14 verður sunnudagsskúli í Ítróttarhøllini, samstundis sum juniormøti er í Meinigheitshúsinum. Síðsta stórmøtið á skránni verður kl. 17, har Heri Kjærbo talar um evnið "Saman um tænastuna".
Øll tiltøkini á ársmøtinum eru almenn.